Fimleikaframsýning í Ítróttarhøllini

12.03.2010

Deildin hjá Havnar Fimleikafelag í Vestmanna hevur nú verið virkin ein vetur.

Børnini hava sýnt nýggju ítróttargreinini í Vestmanna stóran áhuga, og í morgin leygardagin 13. mars 2010 kl. 19.00 hava íðkararnir framsýning í ítróttarhøllini.
Nøkur lið úr Havn verða eisini við.

Skráin er hendan:

1-2 fl.            Dreingir reiðskap, Vestmanna

6 fl.               Gentur rútma, Havn

3-4-5 fl.        Gentur og dreingir reiðskap, Vestmanna

1-2-3 fl.        Gentur rútma, Vestmanna

6 fl.               Gentur reiðskap, Havn

4-5 fl.            Gentur rútma, Vestmanna

Kappingarlið reiðskap A, Havn

Kappingarlið rútma pinkur A, Havn

        [Broyt]