Fimleikaframsýning sunnudagin 5. mars

28.02.2017






Sunnudagin 5. mars 2017 kl. 16.00 hevur Vestmannadeildin hjá Havnar Fimleikafelag árligu fimleikaframsýningina í ítróttarhøllini Vestmanna.

Umframt øll Vestmanna-liðini luttaka eisini 6 gestalið.

Skráin er hendan:

Gestalið Elsbet og Lív  
Gestalið   Kappingarlið “Nita” Bára og Natalia
Byrjarar  Dreingir reiðskap Bjørg
Gestalið Fyrireikingarlið Beinta
1.-2. fl. Gentur rútma Rakul og Siri
Gestalið Hip Hop Marta og Maria
3.-4. fl. Gentur rútma Rakul og Siri
Gestalið Kappingarlið “Alda”   Rakul og Bjørg
5.-6. fl. Gentur rútma Bjørk og Unnur
Gestalið Kvinnur 25+ Rannvá
7-8 fl. Gentur rútma Bjørt og Leyvoy

Atgongumerki:
Vaksin 50 kr.
Børn 20 kr. (børn frá 6 til 13 ár)

Páskareggjatombola, Kaffe/te og vafflu-søla verður eisini.