BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Finnbogi fekk fyrstu grønu gávuna frá Etika

15.05.2010

Matstovan Etika í Havn hevur selt kránavatn á matstovuni, og pengarnir, sum eru komnir inn fyri vatnið, verða lætnir sum ein grøn gáva til onkran, sum arbeiðir fyri umhvørvinum.

Dómsnevndin, sum skuldi velja móttakaran, peikaði á Finnboga Joensen í Vestmanna, sum í nógv ár hevur verið eyðsýndur stríðsmaður fyri grønari samfelag.

Gávan, sum var góðar 33.000 krónur, varð latin Finnboga fríggjakvøldið 14. mai. Annika Olsen, landsstýriskvinna handaði gávuna, og umboð fyri Etika var eisini til staðar.

Soeliðis stendur í tíðindaskrivi frá dómsnevndini/Etika:
"Ein dómsnevnd mannað við umboðum frá Agenda 21 stovuni, Tórshavnar kommunu og Umhvørvisstovuni, hevur havt uppgávuna at velja tann fyrsta at fáa Grønu Gávuna frá Etika.

Vinnarin fær heili 33.088 krónur, sum matstovan Etika hevur savna inn við sølu av føroyskum vatni við japanskum koli. 20 krónur skal ein gjalda fyri eina kannu av kranavatni, sum Tórshavnar kommuna veitir øllum virkjum, borgarum og øðrum. Vatnið, sum hevur ein høga góðsku bæði tá reinleiki og smakkur viðvíkur, hevur givið matstovuni Etika íblástur til at seta á stovn ein umhvørvisgrunn, har allur peningur frá sølu av vatni fer óskerdur í. Á henda hátt vil Etika geva sítt íkast til at bera umhvørvinum og teimum sum í gerandisdegnum gera eitt stórt arbeiði at fáa sett umhvørvi og náttúruna á breddan ein heiður.

Nógvir áhugaverdir kandidatar hava verið umrøddir í dómsnevndini – bæði feløg, stovnar og persónar, sum øll á sín serliga hátt hava uppiborið at fáa eina viðurkenning fyri at gera átøk, broyta mannagongdir, økja um tilvitanina millum børn og vaksin um hvussu týdningarmikið tað er, at vit øll fara væl um okkara náttúru og hennara ríkidømi.

At samanbera hesar kandidatar var ikki ein løtt uppgáva, men samanumtikið var tað ein samd dómsnevnd, sum valdi at taka tann eina kandidatin framum hinar.

Fyrsta Grøna Gávan frá Etika verður givin við fylgjandi grundgevingum:

Týdningurin av at fara væl um nærumhvørvið, at fríðka og rudda, at avmarka orku- og kemikaliinýtslu, at skilja burturkast og ikki minst tann áskoðanin at eisini okkara íkast ger mun, hava verið drívmegin í arbeiðinum hjá vinnarinum.

At hava børnini við, og at læra tey at fara væl um náttúruna. At vísa teimum at til ber at fáa nakað gott burturúr burturkasti.
Ja, enntá at fáa prestar og samkomuleiðarar at umrøða týdningin av at fara væl um okkara umhvørvi er eisini millum mongu átøkini hjá fysta móttakarinum av Grønu Gávuni frá Etika.

Fyrstu Grønu Gávuna frá Etika fær Finnbogi Joensen í Vestmanna. Finnbogi hevur í nógv ár gingið á odda á umhvørvisøkinum. Finnbogi hevur m.a. verið við til at skipa Vestmanna sum grønan skúla, har orkusparing, avmarking av kemikaliinýtslu og skiljing av burturkasti eru náttúrligir partar av gerandisdegnum. Børnini í Vestmanna seta hvør sítt træ niður, og eru børnini eisini við til at lívga um náttúruna og økini kring skúlan.

Ótroyttiliga hevur Finnbogi víst á, hvussu týdningarmikið tað er, at vit øll hugsa globalt, men handla lokalt."

Vestmanna Kommuna ynskir Finnboga Joensen hjartaliga tillukku við uppibornað heiðrinum.