Finnbogi Joensen, Ársins Borgari í Vestmanna 2015

24.09.2015


Finnbogi Joensen, Ársins Borgari í Vestmanna 2015

Hetta er fyrstu ferð Vestmanna Kommuna heiðrar einum borgara, sum á einhvønn hátt hevur gjørt okkurt munagott bygdini at frama.

Nógvur áhugi var fyri at lata uppskot inn til heiðurin sum Ársins borgari. Kommunan fer ikki at nevna, hvørji vóru í uppskoti, men kann siga so mikið sum, at vit í Vestmanna eru so heppin at hava nógv fólk, sum standa á odda, tá ræður um at skapa trivnað og framburð í Vestmanna.

Heiðurin sum Ársins borgari 2015 fór til ein persón, sum:

·      er ein eldsál

·      hjálpsamur

·      altíð góður at heita á

·      virkin og sjónligur í bygdalívinum

·      er kendur um alt landið

·      hevur stríðst ótroyttiliga fyri sínum hjartamálum í mong ár

·      hevur megnað at framt eina neyðuga hugburðsbroyting

·      tók saman við øðrum stig til viðarlundina, sum nú er ein grøn perla í bygdini

·      eigur stóran leiklut í, at Vestmanna Skúli vann heiðurin sum ársins grøni stovnur í 2011

 

Heiðurin sum ársins borgari fór til Finnboga Joensen.