BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Fiskavirkið í Vestmanna selt

23.04.2012

P/F Vestmanna Seafood hevur í dag keypt fiskavirkið í Vestmanna frá Faroe Origin. Feløg hjá Tummasi Christophersen, Dánjali Jacobsen og Eyðuni Olsen eiga Vestmanna Seafood. Væntandi ganga einir tveir mánaðir, áðrenn virksemi verður á fiskavirkinum, tí ymsar ábøtur og dagføringar skulu gerast.

Nýggju eigararnir siga, at tað enn er óvist, hvussu nógv fara at arbeiða á fiskavirkinum, tá tað letur upp. Tað veldst m.a. um, hvussu nógva rávøru virkið fær keypt.

Vestmanna Kommuna fegnast um, at vestmenningar aftur eiga fiskavirkið. Vestmanna Kommuna ynskir nýggju eigarunum til lukku og blíðan byrð.