Fiskavirkið selt

17.02.2011

Vestmanna Kommuna fegnast um, at P/F Faroe Seafood í konkurs hevur selt felag undir stovnan v/ P/F Varðin, Sp/f Framherji og Samherji hf fiskavirkið í Vestmanna. Vit frøast um, at fiskavirkið gerst partur av einum sera sterkum samtaki, sum bæði fevnir um skip og fiskavirkir. Vit vænta, at farið verður undir støðugt arbeiði í næstum. Vit vóna, at skjótt verður aftur arbeiði til allar tøkar hendur.

Vestmanna Kommuna ynskir nýggju eigarunum til lukku við keypinum, somuleiðis ynskja vit teimum góða eydnu framyvir.