Fiskinvinnuskúlin fingið tilfeingisbreyt

07.03.2013

Tíðindaskriv frá Fiskivinnuskúlanum:

Tilfeingisbreytin – tann grøna breytin

Ung í Føroyum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni og gagnnýtslu av føroyskum náttúruríkidømi, fáa nú eitt nýtt útbúgvingartilboð á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.  Nýggja gymnasiala útbúgvingin eitur tilfeingisbreytin og gevur næmingunum almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.

 

Á nýggju tilfeingisbreytini í Vestmanna, sum byrjar í summar, verður serliga undirvíst í náttúruvísindaligum lærugreinum á C-, B- og A-stigi, og breytin er serliga ætlað teimum, sum hava áhuga fyri náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum. Stutt sagt er talan um eina grøna gymnasiala breyt, sum tekur trý ár.

Seinastu árini er ein alsamt størri partur av teimum, sum hava tikið prógv á Fiskivinnuskúlanum, farin undir hægri lestur á universitetum í fleiri ymsum londum, t.d. Norra, Danmark, Póllandi, Australia, Skotlandi og Onglandi, og henda gongdin fer væntandi at halda fram. Fleiri av hesum ungu eru longu komin aftur til Føroya at búgva og arbeiða.

Nýggja tilfeingisbreytin er grundað á tey føroysku náttúruvirðini, sum gevur teimum ungu eina føroyska barlast, áðrenn tey fara uttanlands at lesa. Tí kann roknast við, at fleiri teirra fara at velja hægri útbúgvingar, sum vit hava brúk fyri í Føroyum, og vónandi fer onkur teirra at seta nýggj arbeiðspláss á stovn.

Javnsettar breytir

Ein misskiljing millum ungfólk í fólkaskúlanum hevur verið, at fleiri teirra halda, at Fiskivinnuskúlin ikki gevur teimum eins góðar møguleikar at søkja inn á hægri útbúgvingar í Føroyum ella uttanlands, sum hinir miðnámsskúlarnir. Hesi ivamál eru ruddað av vegnum, tí allar tær nýggju gymnasialu breytirnar geva næmingunum almennan lestrarførleika.

Á tilfeingisbreytini eru tvær nýggjar lærugreinir, sum ikki finnast á nøkrum øðrum breytum. Tann fyrra lærugreinin er tilfeingisfrøði á B-stigi, sum skal geva næmingunum grundleggjandi vitan um tey ymsu sløgini av livandi verum í føroysku náttúruni, og tann samfelagsliga týdningin, tey hava. Næmingarnir skulu eisini duga at meta um, hvussu vit gagnnýta okkara náttúrutilfeingi, sum er, og um menningarmøguleikar fyri betri gagnnýtslu í framtíðini, so vit fáa fleiri arbeiðspláss í Føroyum.

Hin nýggja lærugreinin er tilfeingi á A-stigi, har næmingarnir arbeiða við fýra verkætlanum triðja skúlaárið. Verkætlanir kunnu gerast innan hesi øki: Náttúrutilfeingi, aling, landbúnað, fiskiskap og veiðu, framleiðslu og náttúrunýtslu.

Nærri upplýsingar um tilfeingisbreytina eru á heimasíðuni: http://www.fiskvest.fo/. Til ber eisini at ringja til skúlan á tlf. 424 573 ella 221 654. Freistin at søkja inn á nýggju breytina á Fiskivinnuskúlanum er fríggjadagin 15. mars.