BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


Fiskivinnuskúlan

02.05.2007

Nú verður farið ígongd við at byggja Fiskivinnuskúlan í Vestmanna

Vegna samgonguna hevur landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, nú lagt fyri tingið at broyta verklagslógina  frá 2005 um at byggja nýggjan Fiskivinnuskúla, so at verandi fíggjarkarmur uppá 22 mió. kr. verður hækkaður til 29 mió. kr.

Eftir samtyktina í løgtinginum verður tí farið undir at byggja tann projekteraða bygningin, so at hann verður klárur at taka í nýtslu um ársskiftið 2008-09.

Orsøkin til hækkingina av fíggjarkarminum er, at kostnaðarhækkingarnar í byggivinnuni hava verið so stórar, at tað ber ikki til at byggja skúlan fyri tær 22 mió.kr., sum vóru ásettar í 2005.

Nú hevur so arbeiðstøkan aftur verið bjóðað út, og lisitatiónin var 27. apríl. Út frá hesum mælti Landsverk landsstýrinum til at taka av lægsta boðnum frá MT-Højgaard, sum ger tað neyðugt at hækka fíggjarkarmin við 7 mió. kr.

Tað hevur samgongan gjørt av at fremja, so at farast kann undir byggingina í summar, og nýggjur prýðiligur Fiskivinnuskúli kann standa klárur inni á Fjørð at taka í nýtslu um hálvtannað ár.

Heilsan

Hans Pauli og Bárður