Fiskivinnuskúlin 25 ár

05.03.2014

Í ár eru 25 ár síðan Fiskivinnuskúlin í Vestmanna tók ímóti fyrstu næmingunum. Eftir eina baldruta byrjan við vánaligum hølisviðurskiftum, húsast skúlin í dag í nýggjum og tíðarhóskandi skúlabygningi. Skúlin er partur av nýggju gymnasialu skipanini og bjóðar ungfólki eina 3-ára tilfeingisbreyt, sum serliga er ætlað teimum, ið hava áhuga fyri náttúru, náttúrutilfeingi, umhvørvi og burðardygd.

Fiskivinnuskúlin var upprunaliga partur av skúlapakkanum, sum Løgtingið samtykti í 1988. Lógin heimilaði landsstýrinum at seta á stovn fiskivinnuskúla í Vestmanna við deild í Vágum og ein skúla í Runavík. Bara skúlin í Vestmanna gjørdist veruleiki. Fiskivinnuskúlin byrjaði sum ein yrkisskúli, ið hevði til endamáls at útbúgva arbeiðsformenn, góðskuleiðarar og onnur starvsfólk til fiskavirkis- og alivinnuna. Fyrstu nógvu árini vóru flestu næmingarnir rættiliga tilkomnir, tá teir byrjaðu á skúlanum.

Næmingarnir, sum hava tikið prógv á Fiskivinnuskúlanum, síggjast nú aftur nógvastaðni úti í samfelagnum. Í byrjanini høvdu tey flestu vinnulívsroyndir, áðrenn tey komu í skúla, og tey fóru út aftur í vinnulívið, tá tey høvdu fingið skúlagongdina. Fleiri fyrrverandi næmingar starvast í dag í fiski- og alivinnuni, men fleiri eru farin heilt aðrar vegir, m.a. undir víðari útbúgving.

Fiskivinnuskúlin í dag
Tíðir broytast, og nógvar broytingar eru gjørdar í útbúgvingarskipanini á Fiskivinnuskúlanum. Tey, sum nú søkja inn á skúlan, eru yngri fólk, sum ofta koma beinleiðis úr fólkaskúlanum. Hesi vilja fegin hava møguleika at útbúgva seg á hægri lærustovnum í Føroyum ella uttanlands. Tí er skúlin í dag ein studentaskúli burturav við fleiri lestrarfyrireikandi lærugreinum, sum eru felags fyri gymnasialu miðnámsskúlarnar. Profilurin hjá skúlanum er tó lagaður til føroysk viðurskifti. Nýggja tilfeingisbreytin gevur næmingunum hollan kunnleika til náttúrutilfeingi og náttúru í breiðasta týdningi, og stórur dentur verður lagdur á burðardygga gagnnýtslu av náttúruni. Aftrat fiskivinnuni ber til at nevna alivinnu, landbúnað, urtagarðsyrki, veðurlagsbroytingar, jarðfrøði o.s.fr.

Umframt at manna føroyska vinnulívið við dugnaligum fólkum, hevur Fiskivinnuskúlin nógv góð úrslit at vísa á. Næmingar á skúlanum hava vunnið europameistaraheitið í “European Business Games”-kappingini heilar tríggjar ferðir, og nógv minnast helst bókina “Góður matur úr sjónum”, sum næmingarnir á Fiskivinnuskúlanum góvu út, og sum setti sølumet, tá hon kom út í 2001.

Sjálvt um innihaldið og endamálið hjá skúlanum er nógv broytt, síðan skúlin varð settur á stovn, so eitur skúlin framvegis Fiskivinnuskúlin. Tilfeingisbreytin fevnir um nógv meira enn bara fiskivinnu, og tí hevur leiðslan skotið upp at broyta navnið á skúlanum til Tilfeingisskúlin. Higartil verður hetta navnið bara brúkt sum undirheitið til upprunanavnið.