BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Fiskivinnuskúlin byrjar aftur mánadagin

Skúlagongdin á Fiskivinnuskúlanum byrjar aftur mánadagin 18. august, tá 22 nýggir næmingar koma á skúlan. Umleið tveir triðingur av nýggju næmingunum eru úr Vestmanna, meðan hini koma aðrastani frá.

Næmingatalið á skúlanum hevur verið rættiliga støðugt seinastu árini, men kvinkar spakuliga uppeftir. Talið liggur vanliga um 50, tá skúlaárið byrjar, og um 45, tá skúlaárið endar, tí á hvørjum ári eru tað nøkur, sum gevast við skúlagongdini. Skúlin hevur ikki kunnað húsa fleiri næmingum við verandi umstøðum. 

Men komandi vetur verður nýggi Fiskivinnuskúlin, sum er bygdur til 100 næmingar, væntandi tikin í brúk. Sjálvt um nýggi skúlin kann húsa tvífalt so nógvum næmingum sum verandi skúli, so fara tað helst at ganga nøkur ár, áðrenn nýggi skúlin verður fullmannaður.