BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Fiskivinnuskúlin letur hurðarnar upp

Tíðindaskriv frá Fiskivinnuskúlanum:

Longu frá byrjan var ætlanin, at Fiskivinnuskúlin skuldi vera annað og meira enn ein miðnámsskúli, og tí bjóðar skúlastjórin nú vinnuni vælkomnari at brúka hentleikarnar í nýggja skúlabygninginum.

Ráðstevnuhøli til 70 fólk, starvsstovu til kemiskar og lívfrøðiligar royndir og høli til fiska- og matframleiðslu. Legg afturat hesum hugnaliga umhvørvið Inni á Fjørð, har eitt nú Vestmanna Tourist Centre liggur við matstovu og søgusavni,
so hevur tú karmarnar um eina væleydnaða ráðstevnu ella
fundarvirksemi av øðrum slagi.

Ráðstevnuhøli
Nógv fólk hava longu vitjað á nýggja Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, síðan skúlin varð tikin í nýtslu í vár, og tey vitjandi hava latið væl at.

Bæði virki, stovnar og politiskir flokkar hava brúkt ráðstevnuhølini á nýggja skúlanum, tá skúlin ikki hevur brúkt tey í undirvísingini. Eitt nú Eik banki, Elektron og Yrkisdepilin hava leigað ráðstevnuhølið á skúlanum, sum hevur alla framkomna tøkniliga útgerð til fundir og framløgur. Matstovan Fjørukrógvin í Vestmanna Tourist Centre liggur tætt upp at Fiskivinnuskúlanum og er altíð tilreiðar at lata mat í sambandi við ráðstevnur ella onnur tiltøk. Nýggja og forkunnuga Søgusavnið, sum liggur á ovaru hædd í Fjørukrónni, er eitt frískligt og spennandi innslag, sum fundurin ella tiltakið kann “peppast upp við”.

Royndarhøli
Umframt vanligu starvsstovuna hevur Fiskivinnuskúlin eitt høli til fiska- og matframleiðslu, sum vinnuvirkir kunnu brúka til royndar- og menningarvirksemi eftir tørvi. Hølið er útgjørt við góðkendum sóttreinsingaranleggi, sum sóttreinsar frárenslið, sum rennur út úr húsunum. Hetta er ein treyt fyri at kunna arbeiða við alifiski. Royndar- og menningarvirksemið hjá vinnuvirkjum kundi eisini verið gjørt í samstarvi við lærarar og næmingar á skúlanum, soleiðis at menning av matvørum gjørdist ein fastur táttur í hugaheiminum og
gerandisdegnum hjá næmingunum. Skúlin bjóðar áhugaðum
virkjum at brúka høli og útgerð til menningararbeiði. Her er tað
bara hugflogið, sum setir avmarkingarnar.

Mentunardepil
Frá byrjan av hevur ætlanin verið, at nýggi Fiskivinnuskúlin skuldi virka sum ein mentunarberi í bygdini. M.a. er matarhølið og ráðstevnuhølið á skúlanum vælegnað til eitt nú filmsframvísingar og fyrilestrar. Onkur fyrilestur hevur verið, síðan skúlin varð tikin í brúk í vár, og í vetur er ætlanin at skipa fyri fleiri tiltøkum. Skúlin tekur tó fegin ímóti uppskotum til tiltøk, sum kunnu vera av lokalum, almennum og vinnuligum áhuga.

Myndatakari er: Fotostudio v/ Per á Hædd og Finni Justinussen