BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Fiskivinnuskúlin vann EBG aftur í ár

26.03.2013

 

Vinnarar av EBG 2013: Silvia Johansen, Unn M. Bláhamar, Rannvá B. Joensen og Heiðrun J. Guttesen, sum mynda bólkin "North Atlantic Spice Company".

 

Finalan í EBG – European Business Games 2013 – varð hildin í fabrikkini hjá Østrøm fríggjadagin 22. mars 2013. Hetta er ein íverksetarakapping millum føroyskar miðnámsskúlar, har tað ræður at menna eitt hugskot og gera tað til eina hugsaða fyritøku. Tað er Íverksetarahúsið í Klaksvík, sum skipar fyri EBG í Føroyum. Í ár luttóku 8 bólkar umboðandi næmingar frá Føroya Studentaskúla í Hoydølum, Tekniska skúla í Klaksvík og Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Dómsnevndin er mannað við umboðum fyri Vinnuhúsið, peningastovnar og Vinnumálaráðið.

Bólkurin "North Atlantic Spice Company" frá Fiskivinnuskúlanum vann. Hugskotið er at framleiða kryddarí úr føroyskari rávøru. Framleitt verður úr bótarurt, kervil, brobberum og brenninotu, sum allar vaksa væl í føroysku náttúrini. Kryddaríið skal framleiðast í vakstrarhúsi í Føroyum.

Í byrjanini verður selt á heimamarknaðinum. Næsta stigið er at marknaðarføra vørurnar á útlendska marknaðinum eisini.

Dentur verður lagdur á at kunna veita kundunum dygdarvørur av føroyskum uppruna fyri kappingarførar prísir. Kryddaríini skulu hava ein nýggjan smakk. Málið er at røkka keyparum, ið leggja dent á heilsugóðan kost, og sum hava áhuga fyri øðrvísi smakki. Onkur av kryddaríuunum eru harafturat vælegnað sum heilivágur.

Vinnandi bólkurin skal umboða Føroyar í evropeisku EBG-finaluni, sum í ár verður í Føroyum fyrstu vikuna í juli.