Fiskivinnuskúlin

Kommunan hevur fingið nógvar fyrispurningar og áheitanir um at greiða frá byggingini av Fiskivinnuskúlanum.

Fyrispurningar og áheitanir síggjast undir teiginum "spyr bara".

Kommunan hevur nú fingið tekningar yvir skúlan, og síggjast tær niðast á síðuni. Viðmerkjast skal, at tað kann taka drúgva tíð at fáa tekningina av framsíðunum fram. 

Eisini hava vit fingið eina leinkju til síðu undir heimasíðuni hjá Landsverki, sum greiðir frá gongdini í arbeiðinum.

Leinkjan sæst her niðanfyri:

http://www.landsverk.fo/Default.asp?sida=718&projectid=3

Landsverk boðar frá, at tíðindini á hesi síðuni verða dagførd einferð um mánaðin.

Ætlanin hjá kommununi er eisini fylgja við og at leggja dagførd tíðindi út.

Trýstið á myndirnar fyri at síggja tær størri.