BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Flaggdagshaldið 2012

20.04.2012

 

Flaggdagshald verður uttanfyri Miðhøllina í skúlanum í Frammibø flaggdagin 25. apríl '12 kl. 14.

Finnur Koba heldur flaggdagsrøðuna, og Vestmanna Hornorkestur luttekur.

Beint aftaná sjálvt flaggdagshaldið verður eins og undanfarin ár skipað fyri renning.

Tá ið rennararnir eru farnir avstað, skipar Vestmanna Hornorkestur fyri tombola inni í Miðhøllini,
og Vestmanna Sangkór hevur framførslu, meðan tombola er.

Vestmanna Kommuna bjóðar vatn og frukt og somuleiðis ein drekkamunn við onkrum afturvið inni í Miðhøllini aftan á haldið og renningina.

Renniteinarnir
Eins og í fjør verður eisini í ár møguligt at velja ímillum tveir teinar. Á longra teininum, sum er 5,8 km, verður runnið/gingið frá skúlanum, inn eftir Ovara Vegi, inn á Fjørð, út eftir Niðara Vegi, Bakkavegi, niðan ígjøgnum Gerðisbrekku, út á Stíggj og inn eftir Gerðisvegi og Toftavegi. Málið er við frammanfyri miðhøllina.
Styttri teinurin, sum er uml. 3,2 km, er frá skúlanum, inneftir Ovara Vegi, inn á Fjørð, út eftir Niðara Vegi, niðan ígjøgnum Heygabrekku, og niðan til málið.
Til ber at síggja teinarnar við at trýsta á myndina niðanfyri, so hon gerst størri.