BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Fjallsvegur verður stongdur!!

22.05.2007

Á byggifundi í dag, tann 22. mai, er avtalað, at Fjalsvegur verður stongdur frá týsdegnum 29. mai, kl. 8.

Roynt verður at hava vegin opnan aftur nakrar dagar síðst í juni ella í byrjanini av juli mánaða.

 

 

Innasti teinurin av vegnum verður í støðum lækkaður meira enn 3 metrar.

 

Á verandi vegi verður fyrst grivið av, borað og sprongt og tilfarið, sum kemur burturúr, síðani koyrt til uttasta teinin av vegnum.

 

Ein stórur dumpari – ein sokallaður “grísur” – kemur at koyra tilfarið ímillum vegteinarnar. Dumparin skuldi verið komin á byggiplássið í dag.

 

 

Heitt verður á íbúgvarnar fram við Fjalsvegi um, áðrenn vegurin verður stongdur týsdagin 29. mai, at keypa sær tað til húsa, sum neyðugt er at koyra við akfari!