BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Fjalsvegur

21.06.2006

 

Vestmanna Bygdarráð samtykti á fundi 19. juni, at Fjalsvegur skal leingjast við 210 m. Hesin teinur kemur at liggja omanfyri viðarlunduna og endar við gamla vatnbrunnin. Verkætlanin skal gerast sum ein heildarætlan, og fíggjast yvir trý fíggjarár.

Ætlanin er íalt mett at kosta kommununi 2,3 mill uttan MVG.

Verkætlanin skal bjóðst út í almannari lisitatión, og ætlanin er at byrja arbeiði seinni í ár.

Tekniska deild hjá Vestmanna Kommunu og MUNIN sp/f hava staðið fyri projekteringini.