BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Fjalsvegur

Nógv fólk hava vent sær til kommununa fyri at spyrja um, nær væntast kann, at Fjalsvegur letur uppaftur.

Uppá fyrispurning til arbeiðsleisðluna á staðnum verður sagt frá, at vegurin fyri so vítt er opin, men at vegurin framvegis er arbeiðsøki, og at koyring eftir vegnum tí er uppá egna ábyrgd. Tvs, at hvørki arbeiðsánari ella arbeiðstakari kunnu ábyrgjast, um skaði stendst í samband við ferðslu eftir vegnum.
Av tí at vegurin er arbeiðsøki, kann roknast við, at hann av og á er stongdur í styttri ella longri tíðarbil. Roknast má eisini við, at trupult kann vera at koma aftur og fram, tí at stórar maskinur arbeiða á og koyra eftir vegnum.
Tað ber illa til at leggja fínari tilfar á vegbreytina, tí at stóru maskinurnar beinanvegin grópa hetta omanav aftur.

Annars heitir arbeiðsleiðslan á fólk um at seta seg í samband við arbeiðsfólk á staðnum, fyri at fáa nærri at vita um arbeiðsætlanina. Arbeiðsleiðslan hevur tlf. nr. 585014.