BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Fjalsvegur

Væntandi verður spreingiarbeiðið liðugt í hesi vikuni. Tá kann ein meira endaligur arbeiðsvegur vera lagdur fram við arbeiðsøkinum. Arbeiðsvegurin vil størsta partin av tíðini verða opin fyri vanligari ferðslu.
Arbeiðið við laðing av stuðlamúri fram við Ovara Vegi byrjar eisini í hesi vikuni. Hetta kemur at nerva ferðsluna eftir Ovara Vegi, soleiðis at vanliga verður bert niðara akbreyt tøk, og til tíðir verður ikki koyrandi framvið. Laðing fram við Ovara Vegi verður mett at verða liðug mitt í januar mánaða 2008.
Vegurin frá húsunum hjá Oyvildi Haldansen og úteftir er við at verða liðugur. Arbeiðið við at leggja niður leiðingar í uttara enda kemur at byrja rættiliga skjótt. Byrjað er eisini uppá íbindingarveg til hús millum Hallarveg og Fjalsveg.
So við og við sum stuðlamúrarnir verða liðnir, verður møguligt at geva vegnum í innara enda skap og síðan koma í gongd við arbeiðið við at leggja niður leiðingar.
Uppbygging av vegi, gøtu og gongubreyt við bilverju, gøtuljósum og øllum leiðingum verða liðug áðrenn 1. apríl 2008. Grótlaðing fram við ovara borði verður liðug fyri 1. august 2008.

Broytingar

Fleiri orsøkir eru til, at Fjalsvegur er nakað seinkaður.
Benið í svinginum er ynskt broytt, soleiðis at kontursprongt er fyri áunum, og soleiðis at 1 m høgur grótgarður verður gjørdur fram við beninum við skráa til at planta trø og runnar á.
Kostnaðurin fyri hesa broyting er 255.000 kr.
Vegurin er hækkaður í uttara enda, fyri at betri atgongd skal verða til húsini. Kostnaðurin av hesari broytingini er 190.000 kr.
Hildið var, at tað var skilagott at gera ein íbindingarveg oman til húsini hjá Petur Paula Poulsen, Bjarna Jacobsen og út á matr. nr. 360c. Væntandi hevði hesin vegur gjørst dýrari seinni, harumframt slepst undan nýggjari arbeiðstøku. Kostnaðurin verður 300.000 kr.
Verðandi vegur er gjørdur úr sera vánaligum tilfari, sum ikki kundi endurnýtast, men ístaðin er neyðugt at koyra tilfarið burtur. Kostnaður 220.000 kr.
Í innara enda er rættiliga høgt frá vegnum upp til ovaru húsini, og varð avgjørt at broyta vegin, soleiðis at í staðin fyri gongubreyt verður løgd gøta frá Fjalsvegi oman til Ovara Veg.
Frammanundan varð mett, at føst hella kom at vera stutt undir vegnum í innara parti, men neyðugt er í staðin at gera stuðlamúr fram við vegnum.
Samanlagt kemur hendan broytingin at kosta 400.000 kr.
Harafturat hava verið ymsar eyka útreiðslur til fyribils trappu, hegn, eyka prosjektering - higartil upp á umleið 200.000 kr.
Mett varð, tá sáttmálin varð undirskrivaður, at samlaði kostnaðurin kom at verða 5,7 mill. kr. - goldin yvir 3 fíggjarár.
Nú verður mett, at samlaði kostnaðurin verður 6,8 mill. kr.

Atgongd

Fjalsvegur verður væntandi opin sum arbeiðsvegur frá hesi vikuni og frameftir. Fyrstu tíðina verður stongt í styttri tíð um dagin í samband við planeringsarbeiðið, men eftir arbeiðstíð vil vegurin verða opin fyri ferðslu.
Tað eru gjørdar ábøtur á gøtuna millum Fjalsveg og Ovara Veg, og verður dentur lagdur á, at hendan gøtan altíð verður nýtilig, til endaliga gøtan verður klár at taka í nýtslu.
Í uttara enda verður gjørd trappa at sambinda gøtu frá Hallarvegi niðan til nýggja íbindingarvegin við Fjalsveg. Trappan verður liðug í fyrru helvt av november mánaða.
Gøtuljósini eru 1. november fingin í rættlag fram við Ovara Vegi og við gøturnar báðar.
Gjørt verður vart við, at Fjalsvegur, íbindingarvegurin, partur av Ovara Vegi og gøturnar eru arbeiðsøki, og neyðugt er tí at vísa varsemi.