BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Fjarðastevnurøðan 2014

08.07.2014

Fríggjadagin 4. juli varð Fjarðastevnan 2014 sett. Børn og ung hjá VÍF gingu skrúðgongu frá Ítróttarhøllini og oman á Torgið, har ið fitt av fólki var komið saman. Pauli T. Petersen, borgarstjóri, setti Fjarðastevnuna og niðanfyri verður røðan endurgivin.


Myndirnar hevur Karl Garðalíð tikið.

Góðu vestmenningar, føroyingar – góðu Fjarðastevnugestir.

Tær er mær ein stórur heiður at kunna bjóða tykkum vælkomin til Vestmannar at halda hátíðarhalda Fjarðastevnu.

Fyrsta Vestanstevna var í Vestmanna í 1952, og var Vestmanna ein partur av Vestanstevnuni fram til ár 2000 har bygdirnar Sandavágur, Miðvágur, Sørvágur og Vestmanna skiftust um at halda stevnuna 4. hvørt ár.

Hetta varð síðan broytt til, at vit nú halda Fjarðastevnu í Vestmanna 2. hvørt ár, meðan Skála og Strendur skiftast  2. hvørt ár.

Skráin fyri Fjarðastevnuna sær spennandi út, og vil Vestmanna Kommuna takka tykkum hjartaliga, ið eru so ófør at skipa fyri.

Bygdastevnurnar hava fingið harða kapping av teim óteljandi tiltøkum, ið eru kring landið hvørt vikuskifti um sumrarnar, og er tað einamest kappróðurin, ið dregur avbygdafólk til Fjarðastevnuna, eins og hinar bygdastevnurnar. Hetta kundi kanska tikið móti frá fyrireikarunum, men eru tey komin við sera hugnaligum tiltøkum til hesa stevnuna. Vónandi verða hesi væl vitjað.

Hugaligt er at síggja okkara íðkandi ungdóm og børn í skrúðgonguni, og ber hetta boð um, at ítrótturin í Vestmanna enn er í støðugari menning, hetta takka teim, ið brúka nógva tíð og orku í ítróttarhøllini og kappróðrarneystinum at venja og samskipa hetta arbeiðið.
Hetta sæst aftur, tá vit eiga fleiri leikarar á landsliðum í hondbólti, og eiga sera dugnaligar badminton leikarar, ið gera um seg eisini uttan fyri landoddarnar.

VÍF varð 75 ár tann 17. mai í ár, og bíða vit spent eftir bókini um søguna hjá VÍF, ið Helgi Jacobsen skrivar. Søgan hjá VÍF fevnir um hondbólt, kappróður, fimleik, svimjing, fótbólt, borðtennis, flogbólt o.a.

Heðin Winther Olsen, sáli, var ein dyggur stuðul hjá VÍF. Hann ætlaði at skrivað søguna um VÍF, men náddi tað ikki. Men hann hevur lagt eftir sær ein sera dýrabaran skatt í gerðabókunum heilt frá seinast í sekstiárunum. Søgan um VÍF, livandi ella á skrift, hevði verið nógv fátækari uttan Heðin.
Umframt eiga vit nógv heimildarfólk ið liggja inni við myndum og frásagnum, so áhugavert verður tá bókin kemur út.

Kappróðurin er tó eldri enn so. T.d. kann eg nevna seksmannafarið Ottosabát, ið róði fyrstu ferð á Ólavsøku 1925. Arni á Rógvi var róðursmaður, og var hann róðursmaður í 30 ár.
Jógvan í Skálum smíðaði ”Gamla”, í 1927 til fyrsta kappróðrarbát. Seinni smíðaði hann Havnarbátin, og soleiðis fingu Havnarmenn sítt drekastevni.

Í gomlum døgum var kappróðramálið heilt inni við Mariannusagrund, sum er komið til heiður og æru sum róðrarneyst.
Róðrarneysti hevur klakt nógvar sera góðir rógvarar, og eru vit sera spent til kappróðurin í morgin. Man nýggja Havfrúgvin basa Erlu Kongsdóttir í morgin, og hvussu fer at ganga hjá Jómfrúnni? Og sum prikkurin yvir i´num, fer Vestmenningur at bjóða Drekanum Reyða av í morgin. Góða eyðnu til okkara róðrarfólk.
Eg vil eisini ynskja róðrarfólki úr grannabygdini Kvívík góða eyðnu. Vit vóna, at Kvívíkingur tekur Knørr og vísir teimum, at tit eiga heimasjógvin á hesi stevnu.

Spennandi hondbóltsdystir eru eisini á skránni leygarkvøldið, hjá kvinnunum millum VÍF og Kyndil, og hjá monnunum VÍF og KÍF. Bestu eyðnu til okkara blá gulu grótharðu vestmenningar.

Til okkara ítróttarfólk, ið fara at verja borg í morgin, havið í huga ørindi úr yrkingini ”Morgun” hjá Martini Joensen:

”Viljin er sterkasta svørðið
Bítur á harðasta stál
Vónin er bjartasti brandur
Lýsir tær veg fram á mál”

Nú er hásummar, pisurnar eru floygdar, og fer stórur partur av okkara ungdómi av landinum at útbúgva seg. Vit vóna at síggja tykkum aftur, vit vóna, at tit velja at flyta heim aftur til okkara vakra land eftir lokna útbúgving. Vit vóna sjálvandi, at tit flyta aftur til heimbygdina Vestmanna.

Vit royna eftir besta førimuni at skapa trivnað fyri fólki ið her býr, og vilja vit gera enn meira komandi árini. Minnist til, at tað eru nógvir fyrimunir at búseta seg í Føroyum, og í Vestmanna. Her er trygt og gott at verða. Frísk luft og reint vatn. Bergtakandi vøkur náttúra. Fyrimunir eru at hava familjuna tætt hjá.

Framskygni hómast í okkara bygd Vestmanna, fólkavøksturin varð næststørstur í landinum, skattainntøkurnar hava verið fallandi fram til í fjør, men tá kom vend í, og kommunuskatturin vaks munandi. Skattainntøkurnar í ár eru góðar 7% hægri enn í fjør. Fiskavirkið er uppafturlatið, og starvast um 25 fólk har dagliga. Væntandi kemur eisini gongd á pelagiska virki hjá okkum, so uppaftur fleiri fólk koma at starvast innan okkara høvuðsvinnu í Vestmanna. Nýtt skip kom eisini til Vestmannar fyri kortum og hava vit leingi sakna, at okkara havnaøki aftur fyllist við skipum, ið kunnu skapa tey arbeiðspláss, ið vit partvíst mangla her í Vestmanna. í fjør fingu vit eisini á fyrsta sinni kosið ársins virki í Vestmanna ”Vestpack”. Ja, vit hava nógv at frøðast um, og gleðast yvir her í bygdini.

Fjarðastevnan skal rúma og hevur rúm fyri okkum øllum. Og er tað mín vón, at vit øll fara at fáa eina góða minningarríka Fjarðastevnu.

Við hesum orðum lýsi eg Fjarðastevnuna 2014 vera setta.

Takk fyri.