BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Fjart er millum orð og gerð

Vit í Agendafelagnum her í Vestmanna hava til endamáls, at ávísa og seta í verk tiltøk, sum kunnu betra um okkara umhvørvi og trivna bæði á ein og annan hátt. Okkara slagorð er :"Hugsa globalt, handla lokalt". Ítøkiliga merkir tað, at Lokala Agendafelagið í Vestmanna m.a. ger sítt fyri at minka um koltvíiltu útlátið.

Nú verður nógv tosað um veðurlagsbroytingar. Hetta kemst í stóran mun av umhvørvisráðstevnuni, sum verður í Keypmannahavn komandi mánaða. Henda ráðstevna snýr seg í høvuðsheitum um, at minka um dálkandi útlátini.

Lokala Agendafelagið vil næstu dagarnar geva sítt ískoyti við nøkrum greinum undan stóru ráðstevnuni.

Útmeldingarnar hjá okkara ráðandi eru sera lovandi í orkupolittiskum høpi. Tað syndarliga er, at fjart er ofta millum orð og gerð.

Eitt feskt dømi um hetta, er stásiligi bygningurin hjá Fiskivinnuskúlanum inni á Fjørð í Vestmanna. Flati bygningurin eyðkennir seg við stóra stál-skorsteininum, har oljufýringarnar útláta svávul- og koltví-iltu skamt frá innbjóðandi høvuðsinngongdini til sjálvan skúlan.

Tá eitt so stórt átak, sum at byggja ein nýmótans Fiskivinnuskúla endaliga bleiv samtykt av politisku myndugleikunum, hví ólukkan hava teir "gloymt" at hugsa um reinføri og grøna orku at halda skúlan heitan við? Jú, ofta er fjart millum orð og gerð.

Tað er fyri okkum onki minni enn ein vanlukka, at týðandi nøgdir av dieselolju av berum kleyvarskapi, verða avbrendar júst á hesum stað. Tí hetta kundi lættliga verið øðrvísi, um avvarðandi myndugleiki hevði ein annan hugburð til orku.

Eiga vit at góðtaka hesa mannagongd? Nei.

Stutt eftir at byggingin var farin ígongd vísti serkunnleiki á, at økið var upplagt til at gagnnýta varandi orkuna í nærumhvørvinum. Agendafelagið í Vestmanna gjørdi Mentamálaráðið vart við, at her var ein gyltur møguleiki at gagnnýta grøna orku.

Mentamálaráðið tók undir við ætlanini.

Hví varð ætlanin um at seta hitapumpu upp slept, áðrenn nakrar kanningar og niðurstøður vórðu gjørdar?

Hví hava myndugleikarnir t.d. ikki kannað møguleikan, at gagnnýta spillihita frá orkuverkinum skamt frá?

Varð tað hugsað um íløguna júst tá, og ikki um minni rakstrarútreiðslur og ávirkan á umhvørvi?

Vit hava snøkt sagt ikki loyvi at hugsa á henda hátt, nú so illa stendur til við dálking og veðurlagsárini.

Heitt verður tí á avvarðandi myndugleika, um at seta í verk eina grøna orkuskipan fyri skúlan. Júst her ber sera væl til at spara nógva dýra olju.

Við grønari heilsu

Agendafelagið
Vestmanna hin 10. november 2009