BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Fjølbroytt Bátastevna í Vestmanna 20. og 21. mai 11

01.04.2011

Tíðindaskriv:

Hetta er 10. árið á rað, at skipað verður fyri Bátastevnu í Vestmanna. Tí verður serliga nógv gjørt burturúr í ár.

 

 

Á heimasíðuni  http://www.vif.fo/ er tilmelding fyri húsvognar og bílegging av føstum plássum til bátar.

Fríggjadagin 20. mai verður stórt barnatiltak, har Trøllapætur og omman við fylgi koma á vitjan við einum báti, sum Trøllaomman fer at �lána� frá onkrum. Kularøtur luttaka eisini.

Øðrvísi kappróður fyri allar bátastøddir, sokallaður �langteinaróður�, við jaktstarti, verður á vágni fríggjadagin.

Fríggjakvøldið verður stórsligin konsert í ítróttarhøllini við vælumtókta bólkinum Páll Finnur Páll.

Ferðavinnan í bygdini skipar fyri ymsum spennandi tiltøkum so sum útferðum við bátum, frítíðarfisking á vøtnum og á sjónum, ATV koyring í fjøllunum v.m.. Høvið verður at vitja áhugaverda Søgusavnið á Fjørukrónni.

Leygardagin 21. mai siglir allur bátaflotin av Fútakletti kl. 14.30 inn á Vestmanna,  har suppa o.a. gott verður at fáa í tjaldinum. Skipað verður fyri mini-tivoli o.ø. tiltøkum fyri børnum í ítróttarhøllini frá kl. 16.00. Bátastevnubúffar fáast í tjaldinum eftir kl. 18.00. Leygarkvøldið verður  tann stóri bátastevnudansurin í ítróttarhøllini har orkestrini Moonshot, Vestmenn og Thunderbirds spæla.

Lagt er upp til sera góðar karmar fyri eini rimmar Bátastevnu í Vestmanna fríggjadagin 20. og leygardagin 21. mai. Neyvari kunning um øll tiltøkini, verður at síggja á heimasíðuni hjá VÍF www.vif.fo

Við Bátastevnu kvøðu

Bátastevnan 2011