BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Flaggdagshaldið 2013

24.04.2013

 

Flaggdagshald verður uttanfyri Miðhøllina í skúlanum í Frammibø flaggdagin 25. apríl '12 kl. 15.30.

Pauli T. Petersen, borgarstjóri, heldur flaggdagsrøðuna, og Vestmanna Hornorkestur luttekur.

Beint aftaná sjálvt flaggdagshaldið verður eins og undanfarin ár skipað fyri renning.

Tá ið rennararnir eru farnir avstað, skipar Vestmanna Kvøldskúli fyri framsýning av handaligum arbeiði.
Tey, ið hava lutir til framsýningina, verða biðin um at lata teir inn í Miðhøllini í kvøld 24. apríl kl. 18-20.

Vestmanna Kommuna bjóðar vatn og frukt og somuleiðis ein drekkamunn við onkrum afturvið inni í Miðhøllini aftan á haldið og renningina.

Renniteinarnir
Tveir teinar eru at velja ímillum. Á longra teininum, sum er 5,8 km, verður runnið/gingið frá Miðhøllini, inn eftir Ovara Vegi, inn á Fjørð, út eftir Niðara Vegi, Bakkavegi, niðan ígjøgnum Gerðisbrekku, út á Stíggj og inn eftir Gerðisvegi og Toftavegi. Málið er við frammanfyri Miðhøllina.
Styttri teinurin, sum er uml. 3,2 km, er frá skúlanum, inneftir Ovara Vegi, inn á Fjørð, út eftir Niðara Vegi, niðan ígjøgnum Heygabrekku, og niðan til málið.
Til ber at síggja teinarnar við at trýsta á myndina niðanfyri, so hon gerst størri.