Flaggdagshaldið 2014

22.04.2014

 

Flaggdagshald verður uttan fyri Miðhøllina í skúlanum í Frammibø flaggdagin 25. apríl 2014 kl. 16.00.

Fróði Skúvadal, næstformaður í kappróðrarnevndini hjá VÍF , heldur flaggdagsrøðuna, og Vestmanna Hornorkestur luttekur.

Beint aftaná sjálvt flaggdagshaldið verður eins og undanfarin ár skipað fyri renning.

Tá ið rennararnir eru farnir avstað, verður nýggja 5 mannafarið Havfrúgvin sýnd fram. Kvinnurnar, sum manna Havfrúnna, fara at selja stigpartabrøv og tombola verður eisini.

Vestmanna Kommuna bjóðar vatn og frukt og somuleiðis ein drekkamunn við onkrum afturvið inni í Miðhøllini aftan á haldið og renningina.

Renniteinarnir
Tveir teinar eru at velja ímillum. Á longra teininum, sum er 5,8 km, verður runnið/gingið frá Miðhøllini, inn eftir Ovara Vegi, inn á Fjørð, út eftir Niðara Vegi, Bakkavegi, niðan ígjøgnum Gerðisbrekku, út á Stíggj og inn eftir Gerðisvegi og Toftavegi. Málið er við frammanfyri Miðhøllina.
Styttri teinurin, sum er uml. 3,2 km, er frá skúlanum, inneftir Ovara Vegi, inn á Fjørð, út eftir Niðara Vegi, niðan ígjøgnum Heygabrekku, og niðan til málið.
Til ber at síggja teinarnar við at trýsta á myndina niðanfyri, so hon gerst størri.