Flaggdagshaldið 2015

21.04.2015

 

Flaggdagshald verður uttan fyri Miðhøllina í skúlanum í Frammibø flaggdagin 25. apríl kl. 14.00.

Jonhard Mikkelsen heldur flaggdagsrøðuna, og Vestmanna Hornorkestur luttekur.

Beint aftaná sjálvt flaggdagshaldið verður eins og undanfarin ár skipað fyri renning. Sí renniteinarnar niðanfyri.

Vestmanna Kvøldskúli skipar fyri framsýning av handaligum arbeiði í skúlastovuni inni av Miðhøllini. Latið verður upp, tá ið rennararnir eru farnir avstað.
Tey, ið hava lutir til framsýningina, verða biðin um at lata teir inn í Miðhøllini fríggjakvøldið 24. apríl kl. 18-20.

Uppiá í Miðhøllini fara kappróðrungdómurin hjá VÍF at hava stuðul-stafett á rógvimaskinu. Til ber at stuðla við ávísum krónutali pr. kilometur.

Vestmanna Kommuna bjóðar vatn og frukt og somuleiðis ein drekkamunn við onkrum afturvið inni í Miðhøllini aftan á haldið og renningina.

Renniteinarnir
Tveir teinar eru at velja ímillum. Á longra teininum, sum er 5,8 km, verður runnið/gingið frá Miðhøllini, inn eftir Ovara Vegi, inn á Fjørð, út eftir Niðara Vegi, Bakkavegi, niðan ígjøgnum Gerðisbrekku, út á Stíggj og inn eftir Gerðisvegi og Toftavegi. Málið er við frammanfyri Miðhøllina.
Styttri teinurin, sum er uml. 3,2 km, er frá skúlanum, inneftir Ovara Vegi, inn á Fjørð, út eftir Niðara Vegi, niðan ígjøgnum Heygabrekku, og niðan til málið.
Til ber at síggja teinarnar við at trýsta á myndina niðanfyri, so hon gerst størri.