BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Flaggdagsrøðan 2014

29.04.2014

Niðanfyri verður flaggdagsrøðan, sum Fróði Skúvadal helt til flaggdagshaldið í Vestmanna, endurgivin.

 Til ber eisini at hoyra røðuna við at trýsta her.

Góðu tit øll!

Í dag er flaggdagur og hesin dagur er almennur frídagur. Vit halda hendan dagin av tí at tað fyri 74 árum síðani, 25 apríl í 1940, bleiv kunngjørt í Bretskum útvarpið, at frá nú av skuldu øll føroysk skip sigla undir merkinum. Mong føroysk skip høvdu áðrenn henda dag silgt við merkinum á stong, men ikki øll. Hendan avgerð bleiv tikin av eingilskmonnum fyri okkum. Av sonnum kann sigast, at merkið undir seinna heimsbardaga fekk sín elddóp. Nógv skip og mangur maður fórust á sjónum hesi árini. 

Áðrenn heimsbardagan høvdu 7 skip heimstað í Vestmanna, eftir kríggjið var bara 1 eftir. Hetta skipið bar eitt navn, sum hevur verið nógv brúkt her í Vestmanna, Havfrúgvin. Hini skipini fórust av krígsávum. Eitt annað skip hjá Vestmenningum hesi árini bar flagg navnið hjá Stórabretlandið, Union Jack. Hetta skip bleiv eisini søkt av týskum kavbátið eina 100 fjórðingar suður úr oyggjunum. Tað síðsta menninir sóu, tá ið skipið fór undir kav, var merkið. Her sótu teir so, 7 mans í einum lítlum tristi, við lítlum øðrum til matna enn nakrar skipskeks. Teir avgjørdu at rógva til lands. Hetta tók teimum 2 samdøgur, uttan vátt ella turt. Eitt satt roysni, sum vit illa duga at fata nú á døgum.

Í dag hevur eisini verið vanligt at flota kappróðrarbátarnar runt um í landinum. Her í bygdini fara vit í summar at síggja fleiri bátar rógva inni  á Vestmanna. Herfyri bleiv nýggja Havfrúgv flotað og varð bátur signaður, sum gamal siður er, við at rógva við sólini tríggjar ferðir. Aftast í rong veittraði merkið. Kvinnurnar á Havfrúnni hava tey seinastu 2 árini verið føroyameistarar og vit vóna tað besta í ár.

Ein av teimum, sum altíð hevði merkið á stong á skipið sínum, var vestmenningurin Óla Jákup Krisstoffersen (í Skálum). Neptun, skip hansara, var fyrsta føroyska skip, sum flaggaði við merkinum. Hetta var í 1923. Tiltikið er, at einaferð tá ið Neptun lá fyri teym her á havnini við merkinum í húnarhátt, kom Beskytteren inn á Vestmanna. Menninir á Neptun vóru farnir heim at fáa sær ein bita.  Yvirmenninir sóu merkið veitra og kravdu av sýslumanninum, at tað varð strikað umgangandi. Hetta fekk Óla Jákup boð um, men hann gav sær góðar stundir at eta seg lidnan. Síðani fór hann  umborð á Neptun og settið motorin í gongd. Hann tók akkerið upp og silgdi tríggjar ferðir runt um danska skipið, ímeðan hann heilsaði við merkinum. Eftir hetta varð Neptun løgd fyri teym aftur, við merkinum á stong og tað varð ikki tikið niður, fyrrenn sólin setti! Neptun var eisini fyrsta skip á Havnini, sum flaggaði við merkinum. Hetta fekk Óla Jákup 20 kr. í bót fyri, sum vóru nógvir pengar tá. So eisini við merkinum vóru vit í Vestmanna frammalaga.

Hendan søgan er annars nakað av tí fyrsta, sum eg minnist til nakað flaggdagshald her í Vestmanna. Eg og pápi mín vóru farnir til flaggdagshaldið og Agnar Nielsen helt røðu. Hann hevði omanfyri nevndu søgu við í røðuni og eg minnist, at babba segði, at hevði Agnar ikki verið sambandsmaður so hevði hann verið ein fínur tjóðveldismaður!

Merkið samlar okkum øll, uttan mun til politiskan lit, átrúnað, húðalit ella seksuella orientering. Í dag er tað ongin, sum ivast í, at merkið er okkara, føroyingsins. Vit brúka merkið til gleði og sorg. Í veitslulag og til høgtíðir. 

Einaferð segði ein maður: “Fjern den klud”. Hetta var Torvald Stauning danski statsministarin og var hetta í 1930, áðrenn merkið varð viðurkent sum flagg okkara. Hann kallaði merkið ein klút! Hetta hevði ikki fallið í góða jørð í dag og gjørdi tað heldur ikki tá. 

Merkið varð gjørt av einum fáminingi Oliver Lisberg í Danmark og veitraði tað fyrstu ferð í 1919 í Keypmannahavn.

Tá ið eg varð biðin at halda hesa røðu, hugdi eg ymsastaðnis, millum annað í álmanakkan. Har sá eg, at dagurin í dag eisini eitur Markusarmessa. Hesin merkisdagur, sum eisini eitur markusarmessa, fekk meg at hugsa um at seta mark, at marka ella markera.  At seta mark fyri hvørjum? Fyri tí, sum vit vilja góðtaka. Eg haldi, at Merkið umboðar nøkur virði, nakað sum vit øll kunu góðtaka og ganga innfyri. 

Sum nú, tá ið ætlanin var at flyta læknan av bygdini og hundravís av vestmenningum skrivaðu undir mótmæli ímóti hesum, har bleiv eitt mark sett. Her er nógv al og hálvalment virksemi flutt av bygdini tey síðstu árini. Fyri at taka nøkur úr rúgvuni kunnu nevnast; posthús, bankar, skrivstovan hjá SEV, flakavirkið, skipasmiðja og nógv nógv annað. Hesin útflutningur av virksemi úr bygdini má steðgast og tað er okkara uppgáva, sum búleikast her, at gera vart við hetta óskilið. At seta eitt mark.

Herfyri frættist, at ein maður var farin fyri borð á einum fiskiskipið á ytsta banka. Hetta skipið silgdi undir føroyskum flaggið. Hesin maður var komin higar at fiska frá sunnaru hálvu av klótuni. Tá ið menn soleiðis eru sjólætnir, hevur verið vanligt, at skipið kemur til lands beinanvegin, hetta var ikki gjørt og mong stóðu undrandi. Hvat var á vási her? Skiparin var føroyingur, hinir 32 umborð útlendingar. Onkur kallaði hendan skiparan ein flaggskipara. Ein maður, sum skal vera við umborð, fyri at skipið kann sigla undir føroyskum flaggi. Viðurskiftini umborð annars høvdu lítið við Føroyar at gera, annað enn tað at fiskað verður av føroyskum grunni. Eg sá menninar í sjónvarpinum, tá ið teir á flogvøllinum fingu passini hjá sær aftur. Tað er annars eitt av eyðkennunum fyri mannahandil, at passið verður tikið sum nakað av tí fyrsta.

Er hetta nakað, vit vilja góðtaka? Eru hetta virðini, sum merkið umboðar? Vit mugu ansa eftir, at orðini hjá Stauning á sinni ikki verða til veruleika; at merkið ikki verður ein klútur. Hvar skal markið setast?

"En grab til og Losen i land"

Hesi orð segði ein treiskur Vestmenningur einaferð uppi í Norðurnorra, tá ið Lodsurin helt, at nú var í so nógv kol komið innanborða og um ein grabbur kom afturat, so fór hann í land. Hetta hevur síðani verðið eitt tiltak her í bygdini! En grab til og Lodsen i land. Tað loysur seg at vera treiskur viðhvørt! 

Sum nú tá ið mans- og kvinnuliðini hjá VÍF vóru í FM-finalunum. Har ið vit kundu eygleiða við spenningi, gul og blá, hvussu leikur fór. Og vit kunnu bara fegnast um úrslitið, hóast tey ikki vunnu og vóna, at tað verður líka gott ella betur næsta ár.

Avgerðin um, at merkið  skuldi vera okkara flagg, varð tikin fyri okkum, men vit kunnu velja, hvørji virði vit vilja leggja í merkið. Tað kom ikki dalandi niður av himli sum hjá summum, men tað er okkara.

All men are created equal, varð sagt undir frælsisstríði amerikumanna. Teir hava stars and stripes og fullveldið. Vit hava merkið og sjálvstýrið. Vit hava onga grundlóg, tí tað kunnu vit ikki semjast um. At semjast hevur ikki ligið okkum føroyingum til. 

Frælsi, javnaður og brøðralag eru aðrar útsøgnir, sum hoyra flaggið franskmanna til; tricolorinum. Hesi bæði fløgg vóru uppreistrarfløgg; fløgg, sum veitraðu yvir frælsisstríði og revolutión!

Stríðið her hjá okkum er at skapa og varðveita virksemi í bygdini Vestmanna. Tá ið alt landið bleiv lagt í eitt valdømið, tapti Norðstreymoy. Vit hava í dag 1 tingmann, har ið tað fyrr hava verið minst 2 ella fleiri. Her eru einir 800 veljarar í Vestmanna og tí er mín áheitan, at vit velja tey lokalu valevnini, so at vit fáa fleiri mans á ting at verja borg! Tað ber ikki til, at meira virksemi verður flutt av bygdini og tað ber ikki til, at vit vera efturbátur í Vestmanna, tað er staðið for gott til! 

Stríðið hjá Óla Jákup og teimum er av, vit eru øll samd í dag um, at hetta fagra merkið við krossi er okkara flagg. Vit stríðast ikki um hetta mál longur innanhýsis. Og ongin fær bót fyri at flagga við merkinum í Føroyum í dag. Tó manglar okkurt enn.

Í tjóðsangi okkara stendur:

At bera tað merkið, sum eykennir verkið og varðveitir Føroyar mítt land. 

Tað er mín vón, at verkið verður javnari, at menn og kvinnur verða meira javntstillaði og at vit her í Føroyum fara at kunna semjast um stórmál, við stórum semjum. At vit seta frælsi í hásæti uttan at nakar uttanífrá kroystur tað niðuryvur okkum. Og at vit kunna samstarva við okkara brøðratjóðir á jøvnum føti við merkinum í húnarhátt! Latið okkum leggja góð og varandi virði í merki okkara.

Takk fyri og góðan flaggdag!