BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Flaggdagsrøðan hjá Herit Magnussen

Gott fundarfólk

Góðu vestmenningar

Í frálíku bók síni “Merkið” ella Flaggsøgan sigur Niels Juel Arge millum annað:

Síðani í fyrndini hava menniskju havt hug at fylkjast undir einum skjaldramerki. Fyrst vórðu tey skorin í træ við djóra- og fuglamyndum og negld á stong. Seinni vórðu tey gjørd á dúk og oftast sum krossmerki. Og tá ið farið var í hernað, var merkið borið á odda av merkismanni.

Í seinna parti av 19. øld hómast ein trá í føroyingum at hava eitt savningarmerki. Elsta merkið, vit vita um, er veðramerkið. Seinni kom tjaldursmerkið og tíðum veittraðu tey lið um lið. Men eins og grannar okkara fyri vestan, íslendingar, hildu føroyingar ikki, at tað var hóskandi við djóramynd sum tjóðflaggi.

Ilt er at siga, nær flaggsøgan byrjar, tí vit vita einki um føroysk fløgg fyrr enn í 19. øld.

Vit, sum eru úr Vestmanna og minnast ta gomlu altartalvuna, sum hekk í kirkjuni, nú áðrenn hon í 2005 bleiv út- og umbygd við so góðum úrsliti, at vit ivaleyst eiga hugnaligastu kirkju í landinum.

Vit minnast, at ovast uppi í skjøldrinum á altar-talvuni hekk eitt “sigursmerki” við lambinum og einum flaggi, ið var litað reytt og hevði hvítan kross. Ein túr vit vóru niðri í Keypmannahavn í 2006, fóru vit inn í Marmorkirkjuna, sum liggur beint við Amalienborg nær við Nyhavnina. Inni í kirkjuni, sum er rund, hanga á vegginum rundar ikonir við ymiskum myndum á. Tann eina myndin er eitt “sigursmerki” við lambinum og flagginum. Akkurát líka sum tað, ið fyrr hekk á gomlu altartalvuni í Vestmanna, men flaggið hevur litirnar hvítt, blátt og reyðan kross. Hendan kirkja varð liðugt bygd í 1880unum.

Søgan sigur okkum, at heimurin hevur havt tíðarskeið, har fólk av givnum orsøkum hava lyndi at síggja myrkt ella ljóst upp á morgindagin ella framtíðina. Og eingin ivi kann vera um, at endin á seinna heimsbardaga, hetta myrka tíðarskeið í søgu mannaættarinnar, hevur kveikt  lívsneista í føroyingum, eisini hjá teimum, sum í lestrarørindum búleikaðust í øðrum landi.

Tað verður sagt um Jens Olivur Lisberg, sum eigur høvuðsheiðurin fyri, at vit í dag eiga okkara føroyska flagg, at hann einaferð skuldi siga: Skulu føroyingar einaferð koma so langt, at teir allir vilja draga eina línu og rógva í sama báti, má báturin hava eitt “Merkið”.

Og merkið, báturin fekk, var myndað í Kongensgade í Keypmannahavn og góðkent í studentafelagnum í mars mánaði 1919.

Gunnar Dahl Olsen, sum seinni gjørdist sýslumaður í Norðstreymoy, var staddur niðri hesa tíðina. Hann var so hugtikin av studentaflagginum, at hann gjørdi eina yrking, har fyrsta ørindi lýsir litirnar í merkinum:

Reytt sum blóð og fannahvítt
og blátt sum havsins bylgja
Ver heilsað Føroya flaggið frítt,
sum føroyingum skal fylgja.
Frá vøggu og til svørtu grøv
yvir lond og yvir høv.

Men frá tí merkið var myndað, skuldu ganga nógv ár. Tað er okkum í holdið borið, at vit skulu stríðast – og flaggið gjørdist stríðsspurningur - hjá okkum, eins og øðrum grannatjóðum. Men summir stóðu stinnir. Ein teirra var bygdarmaður okkara Óla Jákup í Skálum, sum frá tí hann keypti Neptun í 1923, til hann gekk burtur í 1934, lat føroyska flaggið veittra í mesaninum.

Men ein bardagi skuldi til, áðrenn merkið var viðurkent. Og er tað nakar, ið eigur at verða nevndur í hesum sambandi, so er tað føroyski fiskimaðurin, sum undir øllum heimsbardaganum, meðan onnur lond settu forboð at sigla, sigldi vandasjógv fyri at lívbjarga sær og sínum.

13. apríl 1940 fer Sørvágssluppin Eysturoy við Hans Mikkelsen sum skipara til Aberdeen við ísfiski. Teir verða steðgaðir av bretskum vaktar-skipi, og boð vóru givin um at strika danska flaggið, tí týskarar hava hersett Danmark, og sostatt høvdu vit ikki loyvi at sigla undir donskum flaggi. Eysturoy kom til Aberdeen 16. apríl 1940 sum fyrsta skip við føroyskum flaggi.

Bretsku myndugleikarnir høvdu bert tvinnar kostir at bjóða:

Antin sigla tit við Union Jack ella við føroyska merkinum. Onkur tók soleiðis til orðanna: Vit vilja hava okkara egna friðarmerki og sigla sum friðarmenn. Vit vilja bert hava maskinbyrsu – ikki fyri at leypa á, men fyri at verja okkum.

Og meðan Merkið var myndað, og heimurin sá ljós í eygsjón, varð merkið viðurkent undir heilt øðrum umstøðum. Tað eigur at hoyra við til føroyskt flaggdagshald, at vit minnast okkara sjómenn, sum endaliga komu á mál við stríði sínum fyri føroyska flagginum og sigla nú øll heimsins høv undir egnum flaggi.

Vit flagga við merkinum, tá vit boða sorg, og tá vit boða gleði.

Frá tí merkið varð viðurkent og til dagin í dag, eru mangir sigrar bornir til bygdina. Og tá ið tað er um ítrótt at røða, so hava vit so sanniliga heldur ikki verið eftirbátar. Kappróðurin hevur ígjøgnum tíðina havt stóran áhuga og fingið stóra undirtøku her í bygdini. Og stuttligt hevur verið at sæð, tá fløggini verða vundin á stong ymsa staðni í bygdini, tá okkara kappróðrarbátar hava vunnið. Hondbólturin er eisini ein týðandi táttur innan ítrótt okkara her í bygdini. Og nógvir eru sigrarnir bornir til bygdina fram til dagin í dag.

Føroyska flaggið er samleikin hjá okkum øllum, frá høgru til vinstru, frá tjóðveldi til samband. Hetta hevur uttan iva eisini verið ætlanin hjá teimum, ið gjørdu fyrsta merkið – at savna føroyingar. Tí vit vita, at samanhald ger okkum sterkari. Lat okkum tí gera tað, sum upprunaliga var ætlanin við merkinum – at savnast um tjóðarmerki okkara, tað føroyska flaggið.                 

Takk fyri!