BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Flaggdagsrøðan hjá Kára á Rógvi

Gott fundarfólk!

Góðu vestemmingar,

Góðu í tit í kommnalinum ið hava boðið mær.

At halda røðu um Merkið – flagg okkara – er at siga nakað um ímyndir.

Fyri meg er serliga hjartanemandi at røða í Vestmanna, har eg á sinni varð borin til dópin.

At oysa vatn, at lesa orð og at bera, eru ikki nakað serligt hvørt sær. Men saman eru tey heilag handling, og hendingin er ímyndin um rættindi og samleika.

Á sama hátt er hvørki farva ella klæði nakað í sjálvum sær. Men saman eru dúkurin og litirnir fyri okkum føroyingar heilag, at síggja Merkið veittra er ímyndin um rættindi og samleika.

Mær renna til hugs tvinnanda frásagnir um Merkið og ímyndarmegi tess.

Sum skúladrongur minnist eg lærara mín Hans Jacob Sigvardsen greiða frá stríðsárunum, hvussu Churchill hevði hildið røðu í bretska undirhúsinum og greitt frá, at Føroyar vórðu hersettar, men eisini viðurkendar sum partur av sameinda átakinum í stríðnum móti nazismuni.

Hann greiddi okkum frá, hvussu “Føroyar” og “Faroes” vórðu skrivað á skipssíðirnar, og hvussu Merkið varð viðurkent sum tjóðarflagg, sum okkara flagg.

Hvussu djúp og týðandi ímynd Merkið gjørdist sum viðurkenda flagg okkara, sannaði eg mong ár seinni, tá ið eg frætti um abbabeiggja, Poul Akraberg, sum elligamal sat á sambýlinum her í bygdini.

Sum skilst komu góð fólk á gátt at halda møti, jarðarinnar salt fremja við hesum millum mest týðandi sjálvbodnu tænastunar í Føroyum. Men Poul kravdi at sleppa at syngja “Sjá tú blánar” – flaggsang okkara, og varð ikki straks eftirlíkað, so sang hann sjálvur fyri, harðmæltur.

Hjá mær sum smádrongi varð Merkið vorðið ímyndin av føroyskari viðurkenning úti í heimi, ímyndin av Føroyum sum landi og løgdømi, ímyndin av okkara parti av alheimsstríðnum móti ágangi og yvirgangi.

Fyri Poul var Merkið helst enn nærri ímyndin av stríðsárum og sigling. Føroyar mistu mangar menn stríðsárini, og allir ið siglu kendu vandan, kendu missin, kendu á heilt serligan hátt orðini hjá Hans Andriasi Djurhus:

Sjá tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,
Men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.
Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong,
Syngur tjóðin tær glaðasta song.

Pól og skipsfelagar hansara kendu á serligan hátt kensluna av at síggja loftið frítt og vistu, hvussu nógv føroyskt blóð fleyt undir Merkinum. Teir kendu lættan av at koma heim aftur og loksins síggja fossarnar undir landi, síggja Merkini veittra har heima. At syngja “glaðasta song” var ikki bert at láta yvir føgrum røðum, heldur var hetta sigurssongur, lættur av angist og traða.

Longu í 1923 vundu Vestmenningar Merkið í húnar hátt – Óla Jákup í Skálum skipari tók hetta djarva stig, so fyri Vestmenningar gjørdist Merkið tíðliga ímyndin av tjóð og landi.

Søguliga vóru fløgg ikki fyri vanliga fólkið. Tó at danakongur síðani í miðøld hevði brúkt hvíta krossin á reyðum dúki sum sítt merki, so var flaggið ikki hvørsmansogn. Fløgg vóru fyrst og fremst á skútum og skansum kongs og leingi forboðin vanliga fólkinum at flagga. Eins og Viljálmur Kornus “gav seg undir tann bannara, ið Grímur var vanur at standa,” so var fánin ætlaður kríggi og valdi – ikki friði og fólki.

Søga okkara føroyinga er tíverri merkt av sundurlindi. Endurreista løgtingið megnaði bert í hálva øld at standa saman móti útliskum embætisvaldi. Føroya Framburðsfelag stovnað í 1903 var sterkasta og breiðasta felag landsins, men sindraðist tíverri trý ár seinni. Í staðin fingu vit flokkabýti og klandur ið stenda við til henda dag. Tjóðin tapir, og embætisvald – innlendis um útlendis vinnur.

Tíverri var drúgv tíð í Føroyum, tá ið danska flaggið gjørdist merkið hjá teimum ið vildu varðveita gott samband við Danmark, ímeðan mong sjálvstýrissinnað gjørdu mestur ov nógv við at nýta føroyska falggið sum tekin um flokspolitikk heldur enn samleika.

Men tíbetur sameindust vit um Merkið. Ítróttasamband Føroya og allar tessítróttragreinar, eins og kirkjur, samkomur, dansifeløg og aðrir felagsskapur hava tikið við samleikanum smíðaðum og styrktum í krígssigling og viðurkenningin fyri stríð. Lagaligar løtur hava gjørt Merkið føroyska flaggið hjá okkum øllum. Í dag heldur eisini kæri vinur mín hin háttvirdi Magni Laksáfoss flaggrøðu eins og aðrir løgtingsmenn frá høgru til vinstru, frá Tjóðveldi til Samband.

Flaggstríðið er tó ikki endað. Sjálvur var eg staddur í Íslandi undir ‘fánabaráttuni’ – tá ið føroyingar aftur mundu slaka fyri embætisvaldinum og hesi andstyggiligu løgfrøði ið vil at veruleikin skal bogna fyri lærubókum, heldur enn at lærubøkurnar fyllast av tí veruleika ið tjóðir og tilgongdir skapa. Tíverri vóru vit enn einaferð um at vera bluffaði av sama embætisverki ið hevði sagt at føroyskt tingræði, føroyskar lógir, føroyskt fíggjarvald, dómsvald og uttanríkisvald ikki ‘vóru lov’.

Nú var bráðliga okkurt í grundlógini ið segðist binda óloysiligan flaggknút – føroyska sendistovan mátti í danskan kjallara at virka, og so var eitthvat annað í fólkarættinum ið forðaði Merkinum at veittra.

Eg hugsaði tá um ommu, Guldborg á Rógvi. Tá ið vit tvassaðu segði bara ‘á, sprøyta!’ Tíbetur vóru menn sum navnin hjá abbabeiggja, Poul Mohr, ið ikki vildu lata sær siga. Fráfarandi konsulin dugdu so nógv betur enn allur hópurin av gogum og logum at siga: “vit prøva!” Poul skilti betur enn nakar, at altjóða lóg í grundini hvørki er altjóða ella lóg – hvat vit kunnu í Íslandi snýr seg ikki um paragraffir uttan heldur um íslendingar – hvat vilja teir?

Tá bardagin var av, sungu vit tjóðsangin á Austurvelli, eftir at Føroya Løgmaður hevði vundið Merkið á stong. Tá ið vit hittust, trivu vit báðir Poul í ørindi í Falkarímuni: “ein góður gamal sigur, tað var at keypa ross, og hesir høgu harrar vóru heldur ongin kloss!” Eisini frálík yrking hjá Hans Andriasi, yrkjaranum ið Vestmenningar fara at heiðra í morgin.

Løtan á Íslendska svarinum uppá Vaglið og Reyða Torgið minti á, at enn er flaggstríðið ikki fullvunnið, enn er onkur blettur eftir. Tá ið vit báðir Heðin Mortensen einaferð stóðu í New York og eygleiddu mannin ið heysar upp fløggini hjá ST hugsaðu vit um orðini hjá Hans Andriasi:

Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,
tað ber kvøðu frá  landi mínum fagurt og frítt,
og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg,
síggi brim randa strendur og berg!

Takk fyri høvi at halda hesa røðu!