BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Flaggdagsrøðan hjá Karl A. Olsen, borgarstjóra

26.04.2007

 

 

Røða – Flaggdagur 25.04.’07

 

 

 

 

 

Tað er ilt at siga, nær føroyska flaggsøgan byrjar, tí vit vita onki um føroysk fløgg fyrr enn seint í 19. øld. Vit vita tó, at veðrurin longu í miðøldini var innsiglið hjá løgmanni, men vit vita onki um, at veðrurin longu tá hevur verið í flaggi.

 

 

19. øld var merkt av tjóðskaparkenslu, og ein partur av tjóðskaparrørsluni var at gera sær síni egnu tjóðarmerki.

 

Fyrsta føroyska flaggið, sum vit kenna, er Veðramerkið. Tað var felagsmerki hjá Thorshavn Total-Afholdsforening, sum varð stovnað í 1878. Hetta flagg var blátt við reyðari rond, og í miðjuni var ein hvítur veðrur. “Føringafelag”, ið varð sett á stovn í 1888, nýtti tjaldursmerkið, sum sítt felagsmerki.

 

Hesi fløgg hava neyvan verið hildin hóskandi sum tjóðarmerki, tí sniðgóvu føroyskir studentar við Jens Olivuri Lisberg á odda Merkið í 1919. Tað flaggið, sum studentarnir skaptu, var sjálvsagt eitt krossmerkið eins og hini norðurlendsku fløggini, tí føroysku studentarnir vildu vísa á, at Føroyar eru eitt av Norðurlondunum javnsett við hini størru.

 

Tað nýggja flaggið kom rættiliga skjótt til Føroya, og longu í 1920 varð ungmannafelagið Merkið sett á stovn.

 

Ein vestmenningur fekk rættiliga tíðliga innivist í flaggsøguni, tí Óla Jákup í Skálum var fyrsti skiparin, sum flaggaði við Merkinum á sínum skipi. Hetta var longu í 1923. Óla Jákup sigldi undir Merkinum øll árini, til hann gekk burtur í 1934.

 

 

Í 1920- og 1930’unum var stór ósemja millum føroyingar og danskar myndugleikar um støðuna hjá Merkinum. Tíanverri vísir flaggsøgan okkum eisini, at ósemja var millum føroyingar innanhýsis um flaggið.

 

 

Seinni heimsbardagi loysti í ávísan mun ósemjurnar um Merkið, tí enskir myndugleikar vildu ikki góðtaka, at føroysk skip sigldu undir danska tjóðarmerkinum. Donsku myndugleikarnir í Føroyum vildu harafturímóti ikki góðkenna Merkið sum okkara tjóðarmerki, meðan flestu føroyingar noktaðu at góðkenna annað eyðmerkið enn Merkið.

 

Úrslitið gjørdist, at amtmaðurin gav skarvin yvir og kunngjørdi 25. apríl 1940, at Merkið skuldi vera tjóðarmerki hjá føroyskum skipum. Henda kunngerð er orsøkin til, at dagurin í dag gjørdist okkara flaggdagur.

 

Fyrstu árini var flaggdagshaldið ikki regluligt, men síðan 1947 hevur flaggdagurin verið hildin á hvørjum ári.

 

 

Hóast Merkið í 1940 og seinni við heimastýrislógini fekk ávís rættindi, so er flaggstríðið ikki endað. Tað sóu vit fyrr í ár, tá stríð var um flaggingina uttanfyri føroysku sendistovuna í Reykjavík. Aftur hesuferð tyktust størstu ósemjurnar at vera millum føroyingar innanhýsis; tíbetur fekst ein semja, sum øll vóru nøgd við. Hetta málið gjørdist so ein nýggjur kapittul í tí áhaldandi flaggsøguni.

 

Vit halda, at føroyingar altíð eru eftirbátar, men í flagghøpi stendur ikki so illa til. Núverandi íslendska flaggið bleiv skapt í 1913 og góðkent í 1915, so tað er lítið eldri enn Merkið. Onnur norðurlendsk fløgg eru yngri enn Merkið; álendska flaggið er góðkent í 1954 og grønlendska í 1985.

 

Men um vit samanbera okkum við danir, so er stórur aldursmunur, tí sambært søgnini fall Dannebrog av himli í Estlandi í 1219; Dannebrog gjørdist tó ikki alment tjóðarflagg fyrr enn í 1892.

 

 

Flaggað verður á almennum flaggdøgum og á privatum merkisdøgum. Almennir flaggdagar eru millum annað halgidagar og eisini dagurin í dag, sum er ein heilt serligur flaggdagur, tí í dag flagga vit fyri Merkinum.

 

Vit flagga á privatum merkisdøgum, so sum føðingardøgum, fyri brúðarpørum, silvurbrúðarpørum, gullbrúðarpørum og ymsum gimsteinabrúðarpørum.

 

Vit flagga eisini, tá vit vilja vísa samkenslu og virðing fyri teimum, sum hava endað sítt æviskeið. Nøkur tíanverri alt ov tíðliga.

 

Harumframt verður Merkið nýtt, tá ítróttartiltøk og ymsar samkomur eru.

 

Eg skal eisini nevna okkara sið at flagga, tá okkara kappróðrarbátar vinna. Eg vóni, at vit í summar aftur fáa høvi at flagga fyri sigrandi bátum.

 

 

Merkið er meir enn ein marglittur flaggdúkur, og tað má heldur ikki gerast ein lutur, sum einans hevur søguligt virði, tí Merkið er eisini ein ímynd og ein partur av okkara samleika. Tað má vera ein livandi partur av gerandisdegnum og samfelagsmenningini. Merkið eigur altíð at umboða tey virði, sum vit føroyingar leggja dent á.

 

Mín vón er, at Merkið umboðar eitt gott og rættvíst samfelag, har javnstøða og fólkaræði eru sett í hásætið. Eitt veruligt fólkaræði, har meirilutin virðir og verjir rættindini hjá minnilutunum.

 

Mín vón er eisini, at Merkið boðar frá einum fólki, sum við dirvi og áræði torir at fara undir tær avbjóðingar, sum framtíðin og alheimsgerðin býður.

 

 

Eg fari at enda hesa røðu við eini yrking hjá Rasmusi C. Effersøe. Yrkingin eitur “Heil og sæl tú Føroya skúta”, hon er eldri enn Merkið, men eg haldi kortini, at hon skal lesast í dag. Fleiri orsøkir eru, til at eg valdi júst hesa yrkingina, hóast hon ikki er av teimum kendastu hjá Rasmusi. Ein sjálvsøgd orsøk er, at yrkingin er góð; harumframt verða fløgg nevnd, so hon hóskar til høvið; men tann størsta orsøkin er hon, at eg haldi, at boðskapurin í yrkingini enn er aktuellur og neyðugur. Boðskapurin er, at vit mugu samstarva betur og vísa í verki og ikki einans í orðum, at vit vilja framburð fyri land og fólk.

 

 

 

 

Heil og sæl tú Føroya skúta!

 

 

Heil og sæl tú Føroya skúta!

 

Fyri báru ikki lúta.

 

Leggið allir árar út.

 

Hav á lofti hvønn frían klút.

 

 

Hvør, ið sjálvbjargin vil vera,

 

má nú egnar byrðar bera.

 

Køvir av um framburðsleið.

 

Síggið til, tit villast ei!

 

 

Tit, sum verða við at stýra,

 

hugsið væl um farmin dýra,

 

brótið ikki stýrisvøl,

 

so at fólkið kemst á kjøl.

 

 

Minnist allir garpar kátir:

 

enn vit eru eftirbátur.

 

Reisið væl upp egið búgv.

 

Haldið fram í vón og trúgv.

 

 

Royn úr dølskni brátt at rembast,

 

lat nú allar tægrir strembast,

 

meiri verk og færri orð:

 

legg so knørr við knarrarborð.

 

 

 

 

 

TAKK FYRI

 

 

 

 

 

 

 

Karl A. Olsen