BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Flakakvinnurnar fingið nýggj hølir

10.10.2013

 

Í yvir tvey ár var Róðrarneystið staðið, har fleiri fyrrverandi flakakvinnur komu saman. Nú Róðrarneystið verður leigað út til Vælveru-Fitness, fingu kvinnurnar brúk fyri øðrum hølum at hittast í.

Hølini, sum nú eru karmur um hugnaligu løturnar, eru gomlu Sýslumanshúsini, sum Vestmanna Kommuna eigur.

Kvinnurnar koma saman týsdagar og hósdagar kl 9.30 -11.30. Hugnalig samvera, prát og drekkamuður er á skránni hjá kvinnunum, og stokkarnar hava tær eisini við.

Vestmanna Kommuna frøðist um, at kvinnurnar nú fara at húsast í Sýslumanshúsunum, sum eisini eru karmur um Dagtilhaldið og Talvfelagið. Umframt hesi føstu húsfólkini verða Sýslumanshúsini brúkt til fundarvirksemi hjá Vestmanna Kommunu, og leigað út til virksemi av ymiskum slag, tó ikki til veitslur.