BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Flamma í Vektarbúðini

19.06.2014


Hóskvøldið 26. juni kl. 20 fer Flamma at hava konsert í Vektarbúðini.

Flamma er ein bólkur, ið er kendur fyri sínar stórslignu og orkufullu framførslur, men hesu ferð verður møguleiki at fáa eina meira nærleikakenda og inniliga konsertuppliving. Flamma hevur í seinastuni gjørt 2 sokallaðar Live Sessions, ið hava ligið á Portal.fo, og tað er við støði í hesum, at tær tríggjar Ann Chanett Danielsen, Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir fara at framføra unplugged saman við Henningi Hjalt Nicodemussen á slagverki og Jóhan Ziskason á gittara. Tey fara at framføra egin løg umframt teirra egnu útgávur av kendum løgum.

Atgongumerki á kr. 150 fáast til keyps á Kommunuskrivstovuni, tlf. 770100.