BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Fleiri hava tørv á býli í Vestmanna

18.05.2016

Vestmanna Kommuna fær javnan fyrispurningar frá fólki, sum mangla eitt stað at búgva í. Tað snýr seg bæði um einstaklingar og familjur, sum ynskja at flyta til Vestmanna, og um fólk, sum av einhvørjari orsøk er uppsøgd, har ið tey búgva nú.

Tí hevur Kommunan tikið stig ein nýggjan teig á heimasíðuni, har ið til ber at lýsa hjá teimum, sum hava býli til leigu og hjá teimum, sum leita eftir onkrum at búgva í.

Vónandi fara tey, sum eiga hús í Vestmanna, og sum ikki brúka tey, at seta tey til leigu, so vit kunnu varðveita verandi íbúgvar og vónandi fáa enn fleiri íbúgvar til bygdina.

Til ber at lesa meira her.