Flytið bátarnar – hann øtlar veðrið

05.09.2016

Vestmanna kommuna ger her vart við, at bátabrúgvin sum bleiv løgd út í samband við Bátastevnuna, skjótt skal takast upp.

Bátabrúgvin er ikki ankrað og harvið ikki nóg væl tryggjað til at liggja í ringum veðri. Um bátarnir framhaldandi liggja við hesa brúnna, er hetta upp á egna ábyrgd fyri bátaeigarnar.

Sigast skal, at Vestmanna Kommuna saman við VÍF valdi at lata bátabrúgvina liggja fyri summarið, og soleiðis hava eitt pláss til teir bátar, ið máttu komið inn her í Vestmanna.

Sum nevnt so verður nú farið undir at taka batabrúgvina upp sum alla tíð ætlað. Tí verða bátaeigarnir bidnir um at flyta bátarnar og leggja hesar aðrastaðni skjótast tilber.

Í hesum sambandi verður víst til havnarumsjónarmannin, 770120.

Vestmanna kommuna