BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Fólkaatkvøða í Kvívíkar Kommunu um kommunusamanlegging

Fólkatkvøða var í Kvívíkar Kommunu í gjár, 31. mai '11. Úrslitið gjørdist, at 226 (72,2%) tóku undir við kommunusamanlegging, meðan 87 (27,8%) vóru ímóti samanlegging; 13 atkvøður vórðu ikki góðkendar.
Av teimum, sum tóku undir við kommunusamanlegging, vildu 167 leggja saman við Tórshavnar Kommunu, 49 saman við Vestmanna Kommunu og 10 saman við Vága Kommunu. Av teimum, sum ikki tóku undir við kommunusamanlegging, vildu 64 leggja saman við Tórshavnar Kommunu, 14 saman við Vestmanna Kommunu og 9 saman við Vága Kommunu.
Úrslitið er greitt, veljararnir í Kvívíkar Kommunu vilja leggja saman við Tórshavnar Kommunu.

Vit gjørdust ikki bilsin av úrslitinum; men vit høvdu ikki væntað, at meirilutin fyri samanlegging gjørdist so stórur. Tað er ongin ivi um, at tað lættasta valið er at velja samanlegging við Tórshavnar Kommunu, tí Tórshavnar Kommuna er ein sterk, rík og eftir øllum at døma vælrikin kommuna. Spurningurin er tó, um kvívíkingar gjørdu rætta valið, tí teirra møguleikar at ávirka verður nógv avmarkaður.

Bygdarráðið í Vestmanna fer nú at endurskoða sína støðu. Vestmenningar hava fyrr víst á, at vit vildu samstarva við hinar kommunurnar á Streymoynni. Úrslitið av fólkaatkvøðuni í Kvívík vísir, at tað vilja teir eisini. Vestmenningar vildu fegin leggja saman við Kvívíkar Kommunu 90,1% tók undir við hesi samanlegging men kvívíkingar vilja ikki leggja saman við okkum. Vit mugu góðtaka teirra støðutakan. Einasti samanleggingarmøguleiki hjá okkum er nú, at leggja saman við Tórshavnar Kommunu; bygdarráðið fer at umrøða, um fólkaatkvøða skal vera um nevndu samanlegging, og nær hon møguliga skal vera.

Tað verður áhugavert at síggja, hvørja støðu landsmyndugleikarnir taka til avgerðina hjá Kvívíkar Kommunu. Fyrr hava teir verið ímóti, at Tórshavnar Kommuna gjørdist størri, meðan undirtøka tykist at vera fyri 9 kommunum, har Vestmanna og Kvívíkar Kommunur eru ein samanløgd kommuna.