BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Fólkatalið í 2009

08.02.2010

Vit hava fyrr nevnt, at fólkatalið minkaði nógv í 2009. Umhvørvisstovan (Landsfólkayvirlitið) hevur nú gjørt endaliga fólkatalið upp fyri 2009; yvirlitið sæst á heimasíðuni www.us.fo.

01.01.2009 búðu 1.256 fólk í Vestmanna, 31.12.2009 vóru vit einans 1.194, talan er um eina minking upp á heili 4,9%; einans í Skúvoyar kommunu, Kunoyar kommunu og Fugloyar kommunu var størri afturgongd, har var hon ávíkavist 7,3%, 5,0% og 5,0%.

Gongdin í fólkatalinum í grannakommununum í 2009 er henda: Sørvágs kommuna vøkstur á 0,6%, Sunda kommuna vøkstur á 0,2%, Vága kommuna stendur í stað, Kvívíkar kommuna lækking á 2,0%.

Fólkatalið í Vestmanna í 2009Gongdin í 2009:

1. januar 2009 1.256
1. februar 2009 1.245
1. mars 2009 1.240
1. apríl 2009 1.241
1. mai 2009 1.242
1. juni 2009 1.238
1. juli 2009 1.242
1. august 2009 1.230
1. septembur 2009 1.212
1. oktobur 2009 1.201
1. novembur 2009 1.197
1. desembur 2009 1.194

 

Omanfyri sæst, at stóra lækkingin í fólkatalinum er í juli, august og septembur. Orsøkin er, at óvanliga nógv ung flyta uttanlands, talan er helst um lestrarørindi.