Fólkatalið í Vestmanna pr. 1. juni 2012

28.08.2012

Sambært tølum frá Hagstovuni lækkaði fólkatalið í Føroyum við 158 fólkum í tíðarskeiðnum 1. juni 2011 til 1. juni 2012, í prosentum er lækkingin 0,3%. Burðaravlopið var 207, meðan nettofráflytingin var 365 fólk.

Í einans 8 kommunum vaks fólkatalið nevnda tíðarskeið, Vestmanna Kommuna var ein teirra. Fólkatalið í Vestmanna vaks úr 1.200 1. juni í 2011 til 1.212 1. juni 2012, vøksturin er 1,0%.  Burðaravlopið var bara 1, men nettotilflytingin var 11.

Broytingin í fólkatalinum var sera ymisk í grannakommununum. Kvívíkar Kommuna vaks úr 589 til 600, ein vøkstur upp á 1,9%. Vága Kommuna vaks úr 1.955 upp í 1.977, ein vøkstur upp á 1,1%. Fólkatalið í Sørvágs Kommunu lækkaði úr 1.128 niður í 1.102, ein lækking upp á 2,3%. Fólkatalið í Sunda Kommunu lækkaði úr 1.685 niður í 1.654, ein lækking upp á 1,8%. Enntá í Tórshavnar Kommunu lækkaði fólkatalið við 25 íbúgvum, í prosentum er hetta tó einans 0,1%.

Fólkatalið í øllum kommunum sæst á http://www.hagstova.fo/