BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Fólkatalið í Vestmanna vaks í 2013

07.03.2014


Íbúgvaratalið í Vestmanna Kommunu vaks í 2013 við 38 fólkum; úr 1.164 upp í 1.202.

Í 2013 vórðu 17 børn fødd í Vestmanna Kommunu, meðan 5 fólk doyðu. Tvs. at burðaravlopið var +12.
47 fólk fluttu úr kommununi, meðan 73 fólk fluttu til. T.v.s. at nettotilflytingin er +26. Fólkatalið í Vestmanna Kommunu vaks sostatt við 38 íbúgvum í 2013, svarandi til +3,2%.

Tær fimm kommunurnar við størst fólkavøkstri í 2013 eru:

Fugloyar Kommuna: +12%, +5 fólk 
Vestmanna Kommuna:  +3,2%, +38 fólk
Hvalbiar Kommuna: +1,5%, + 11 fólk
Eiðis Kommuna  +1,2%, +8 fólk 
Tórshavnar Kommuna:  +1,0% +190 fólk
Tvøroyar Kommuna: +0,9% +15 fólk

Samlaði fólkavøksturin í øllum landinum var 167 fólk, ið svarar til 0,3%.

Vestmanna Kommuna hevði næsthægsta fólkavøkstur í landinum bæði í tali og í procentum. 

Vestmanna Kommuna gleðist yvir, at fólkatalið í Kommununi nú aftur er omanfyri 1.200 fólk, og vil gera sítt til, at vøksturin heldur áfram komandi árini.