BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Fólkavøkstur í 2010

23.02.2011

Fólkatalið í Vestmanna 31.12.’10 var 1.202. Hetta er ein hampiliga stórur vøkstur, tí 31.12.’09 vóru vit 1.190, talan er sostatt um ein vøkstur upp á 1%; fólkatalið í Føroyum stóð næstan í stað úr 48.541 upp í 48.554 – vøksturin er minni enn 0,03%.

Veruligi vøksturin í Vestmanna er eitt sindur størri, tí nøkur børn, sum eru fødd í 2010, eru ikki skrásett enn.

Vestmanna Kommuna er væl nøgd við fólkavøksturin, serliga tí flestu grannakommunur høvdu lækkandi fólkatal. Í Kvívík lækkaði fólkatalið úr 593 niður í 585, í Vága Kommunu úr 1.941 í 1.939, í Sørvágs Kommunu úr 1.138 í 1.126; í Sunda Kommunu var lítil vøkstur úr 1.654 upp í 1.659.