BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


Foreldragjøld, farloyvi, uppsøgn o.a.

Gjald fyri vøggustovu og barnagarð
Gjaldið fulla tíð er kr. 1.800,- 
Gjaldið hálva tíð er kr. 1.075,- 

Gjald fyri frítíðarstovu
Gjaldið fyri fulla tíð er 1100,- kr 
Gjaldið fyri hálva tíð er  550,- kr 

Kontunummar
Gjaldast skal frammanundan, fyrst í hvørjum mánaði í Føroya Banka á kontu nr. 6460 – 156.028.1.

Avsláttarskipan
Hvør familja rindar einans fyri eitt barn (sum gongur í vøggustovu, barnagarði, útibarnagarði ella frítíðarstovu). Skipanin er soleiðis, at hvør familja rindar hægsta gjaldið; tað lægra gjaldið/gjøldini fella burtur. 

Uppsøgn - broyting - farloyvi
Skal ansingarpláss sigast upp, er tað við einum mánaða uppsagnartíð, til tann 1. í mánaðinum eftir.
Skal broyting gerast í ansingartíðini, er tað við einum mánaða freist til tann 1. í mánaðinum eftir, og skal vera galdandi í minsta lagi 3 mánaðir.
Verður søkt um farloyvi, skal søkjast við einum mánaða freist, til tann 1. í mánaðinum eftir, og farloyvið skal vera galdandi í minsta lagi 3 mánaðir.

Trygging: 
Foreldrini hava skyldu at tryggja barnið, áðrenn tað byrjar í Látipípuni. Stovnurin hevur onga trygging, sum dekkar, um barn tykkara ger seg inn á ting hjá øðrum.