BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Forkastiligur atburður frá Bankunum

01.02.2013

 

Nú endurtekur søgan seg aftur.

Bankarnir royna at skúgva bygdafólkið burtur, og hugsa einans um høvuðstaðin.

Fyrst fór BankNordik úr Vestmanna, og nú boðar Eik Banki frá, at hann fer sama veg. Vestmanna er ikki einasta bygd, har hetta er hent, hetta er galdandi fyri flest allar bygdir.

Einaferð stóðu okkara tingfólk á tingsins røðarapalli og gramdu seg um, hvussu ræðuligt tað er at hava monopol fyritøkur í Føroyum, og hvussu tað skaddi okkara kæra land. Nú kann man veruliga prógva, at tað mest forkastiliga monopolið er duopol, og at hetta er monopolið hjá BankNordik og Eik Banka.

Í Degi & Viku í gjár, 31. januar 2013 segði stjórin, at Eik Banki kundi spara 10 milliónir krónur við at lata tríggjar deildir aftur og spara nøkur fá fólk á hesum støðum, meðan hini starvsfólkini vórðu flutt til høvuðsstaðin at starvast.

Men her haldi eg, at bankarnir svíkja eina skyldu, sum teir hava í samfelagnum, sum teir annars liva av.

Dømi um deildina í Vestmanna:
Bygningurin hevur neyvan nakað lán, so her er eingin útreiðsla, oljan kostar umleið kr 30.000 árliga, streymur kanska kr 18.000, trygging møguliga kr 24.000 og viðlíkahald møguliga kr 50.000. Tað er neyvan sannlíkt, at aðrar útreiðslur av týdningi eru.Við at leggja hesi tøl saman og við at leggja upp fyri øðrum óvæntaðum útreiðslum sær man, at árligu útreiðslurnar fyri at hava deildina í Vestmanna opna hægst eru kr. 150.000. Eg kann upplýsa, at Vestmanna Kommuna rindar árliga Eik Banka kr. 300.000 fyri rentur á okkara lánum.

At Eik skal rationaliserast og rekast so bíliga og væl sum gjørligt skilja og góðtaka vit øll. Men at siga tveimum fólkum úr starvi, og flyta restina til Havnar at gera sama arbeiði sum í dag, gevur onga meining. Hesi fýra fólkini, sum eru eftir, koma at taka sær av kundunum í Vestmanna, og møguliga eisini av fólki í høvuðsstaðnum.

Kundi man ikki havt deildina í Vestmanna opna og øðrum bygdum við, har hesi starvsfólk tóku sær av kundunum á staðnum og samstundis avlastaðu starvsfólkini hjá bankanum í høvuðsstaðnum? Kundu hesi starvsfólkini í Vestmanna ikki verið ráðgevar hjá fólki í høvuðsstaðnum? Eg havi koyrt nógv millum Havn og Vestmanna, og kenni onga fjalda brekku, sum ger, at tað er longur frá høvuðstaðnum til Vestmanna enn øvugt.

Føroya Kommunufelag hevur fund í dag og í morgin, og har eg ætli mær at leggja fram fyri hinum kommununum í samstarvinum, um vit skulu royna aðrar leiðir at fáa fígging og ráðgeving til bankakundar á bygd. Eg veit, at aðrir møguleikar finnast. Um kommunurnar stóðu saman um at finna aðrar alternativar møguleikar, so hevði hetta eisini kunna eydnast.

Man skuldi trúð, at kommunurnar vóru avbera góðir kundar hjá bankunum, og um allar kommunurnar saman søkja aðrar møguleikar enn tað vit hava í dag, so vildi onkur annar fíggingarstovnur verið áhugaður at fingið allar kommunur til kundar.

Higani skal ein seinasta heilsan ljóða til leiðsluna hjá Eik, um at broyta hesa vanæriligu avgerðina móti bygdafólkinum.

Vit eru eisini partur av Føroyum, og krevja somu sømdir sum høvuðstaðurin.

Pauli Petersen, borgarstjóri í Vestmanna