BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Fornfrøðiliga rannsóknin Úti í Toft

Aftur í ár verður grivið í miðaldar bústaðnum Úti í Toft í Vestmanna.

Aftan á forkanningina í 2005 hava fornfrøðiligar rannsóknir sumrini 2006 og 2007 avdúkað sera áhugaverdar bústaðaleivdir á staðnum. Talan er um ein bústað við upprunaliga trimum smærri bygingum, ið hava verið samantvinnaðir av eini steinsettari gong við veggjum úr gróti og flagi. Ein av bygningunum, ið uttan iva hevur verið sethús, er seinni umbygdur og longdur. Enn er hann ikki útgrivin innan, tvs. farið er ikki rættiliga niður í gólvflárinar, har væntast kann, at ymiskt áhugavert fjalir seg.

Undir hesum bygningunum eru funnar enn eldri veggjaleivdir, ið hava bogað skap. Kann talan fara at verða um bygning úr elstu miðøldini ella enntá úr víkingaøld? Hetta geva nakrir av funnu gripunum ábendingar um.

Útgrevstrarøkið er so hvørt vorðið víðkað. Í ár verður grevstrarøkið víðkað eystureftir, har líkt er til, at enn ein bygningur liggur fjaldur undir moldini. Til tess at fáa at vita, hvussu víðfevnd búsetingin hevur verið, verða leitiveitir eisini gjørdar sunnanfyri og norður frá grevstrarøkinum.

Tað er Vestmanna kommuna, ið ber kostnaðin av rannsóknini, ið verður gjørd í samstarvi við Føroya Fornminnissavn. Tey luttakandi hava verið forndfrøðingar og fornfrøðilesandi úr øllum Norðurlondum. Tey luttakandi í ár eru øll føroyingar undir dagligari leiðslu av Helga D. Michelsen, fornfrøðingi. Í ár er rannsóknin av ymiskum orsøkum avmarkað. Fýra vikur eru settar av til grevstrararbeiðið, sum endar um miðjan juli.

Tíðindaskriv frá Føroya Fornminnissavni, dagf. 4. juli 2008.