BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Fornfrøðiligur útgrevstur Úti á Toft

16.09.2005

Fornminnissavnið hevur í samstarvi við kommununa gjørt forkanning av tí, sum savnið metir eru bústaðaleivdir Úti á Toft í Vestmanna – ella Niðri á Toft, sum tey hava sagt á Rógvu og har á leið. Niðri á Toft er partur av størri øki, sum verður nevnt Úti ella Niðri á Lág.

 

Farið er undir forkanningina, tí at ávísar ætlanir eru um bygging har á leiðini.

 

Forkanningin byrjaði mánadagin 12. september, og longu mikudagin kundi staðfestast, at staðið er so mikið áhugavert, at tað helst verður tilmælt at gera meira nágreiniligar kanningar seinni.

 

Mett verður, at bústaðaleivdirnar eru frá miðøldini (1100/1200 til 1500/1600).

 

Í hesum umfari skuldu tó bert gerast forkanningar fyri at staðfesta, um leivdirnar vóru nóg áhugaverdar til tess seinni at gera eina veruliga rannsókn av økinum – og hetta er so staðfest, sum skilst.

 

Tá hetta varð staðfest, byrjaðu fornfrøðingarnir longu hósdagin at leggja út yvir aftur. Hetta verður gjørt, við at dúkur fyrst verður lagdur á, og síðani uppgrivna moldin og flagið. Dúkur verður lagdur, fyri skjótt at kunna koma niður aftur til tey meira áhugaverdu løgini, tá útgrevst-urin einaferð heldur áfram.

 

Heimildarfólk á staðnum greiddi frá, at í hamarinum niðanfyri og nakað innanfyri leivdirnar eru laðað trappurtrin, sum kunnu vera gjørd av teimum, sum hava búleikast Niðri á Toft, fyri at lætta um, tá tey hava havt ørindi niðari í bygdini. Hetta staðið verður nevnt Kløtrið.

 

 

 

Um onkur veit meira um leivdirnar Niðri á Toft ella økið har á leiðini, er viðkomandi vælkomin at seta seg í samband við umsitingina hjá kommununi.