BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


Føroya Kommunufelag og SEV

Føroya Kommunufelag
Umboð fyri Vestmanna Kommunu eru komin í stýrið fyri Føroya Kommunufelag og í nevndina í SEV.

Karl A. Olsen, borgarstjóri, varð afturvaldur sum stýrislimur í Føroya Kommunufelag á aðalfundinum 30.01.’09. Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kvívík, varð valdur sum varalimur fyri Karl.

Nýggja stýrið í Føroya Kommunufelag er: Albert Ellefsen (Vága kommuna) og Herálvur Jacobsen (Sørvágs kommuna) fyri Vágar, Karl A. Olsen og Asbjørn Djurhuus (Sunda kommuna) fyri Streymoynna, Jógvan K. Mørkøre (Eiðis kommuna) og Johan Christiansen (Eystur kommuna) fyri Eysturoynna, Hans Jákup Kallsberg (Viðareiðis kommuna) fyri Norðuroyggjar, Dánjal Jákup Jakobsen (Skálavíkar kommuna) fyri Sandoynna og Delmar Tausen (Hovs kommuna) fyri Suðuroynna.

Stýrið skipaði seg við Asbirni Djurhuus sum formanni og Jógvan K. Mørkøre sum næstformanni.

SEV
Á aðalfundi hjá SEV 06.02.’09 varð Pauli T. Petersen valdur sum nýggjur nevndarlimur fyri Streymoynna. Martin Petersen, bygdaráðslimur í Kvívík, varð valdur sum varalimur fyri Paula.

Nýggja nevndin í SEV er: Niels O. Eyvindsson (Hvalba) fyri Suðuroynna, Páll á Reynatúgvu (Sandur) fyri Sandoynna, Jákup Suni Lauritsen (Sørvágur) fyri Vágar, Pauli T. Petersen fyri Streymoynna, Marin Kathrina Frýdal fyri Tórshavnar kommunu, Kári E. Jacobsen (Glyvrar) fyri Eysturoynna og Steinbjørn O. Jacobsen (Klaksvík) fyri Norðuroyggjar.

Nevndin skipaði seg við Páll á Reynatúgvu sum formanni og Jákup Suna Lauritsen sum næstformanni.