BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Fótbóltsdystur

12.07.2006

Sunnudagin á Fjarðastevnu skipaði VÍF fyri fótbóltsdysti ímillum bygdarráðini í Vestmanna og Kvívík. Bæði liðini høvdu umframt bygdarráðslimir eisini starvfólk við á liðunum.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í kommunumálum, var dómari.

Liðið hjá Vestmanna Kommunu byrjaði bragdligari, og legði seg skjótt á odda. Vestmannaliðið var væl betur í fyrra hálvleiki, sum liðið vann 5-1!

Men í seinna hálvleiki var vent í holuni - nú var tað liðið hjá Kvívíkar Kommunu, sum trýsti á fyri at minka um munin, og tá toppskjúttin á vestmannaliðinum bleiv skaddur, sá einki serligt út. Verjan stóð tó ímóti trýstinum, so tá avtornaði, høvdu vestmenningar vunnið dystin 5-3!

Eftir dystin var togtogan ímillum liðini. Eftir at hart hevði leikað á í fyrstani, har fyrst varð togað annan vegin og síðani hin vegin, kláraðu kvívíkingar at toga vestmenningar um strikuna og vunnu harvið togtoganina!

Tá kappingarnar vóru lidnar, fingu liðini heiðursmerki frá forkvinnuni í VÍF, og síðani bjóðaði borgarstjórin í Vestmanna luttakarunum oman í kommunuhúsini til eina máltíð.

Sum heild varð tiltakið væl eydnað. Veðrið var av tí allarbesta, og rættuliga nógvir áskoðarar vóru og hugdu - so kanska er hetta eitt tiltak, sum er vert at endurtaka!

Vestmanna Kommuna takkar Kvívíkar Kommunu fyri luttøkuna í tiltakinum.