BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Fótbóltskapping á Vestmanna-døgunum

15.06.2013
 

Leygardagin 22. juni kl. 11 verður fótbóltskapping á skúlavøllinum á Kongsteigum fyri skúlabørn.
Um viðrar spæla Marner og Áki G. nakrar sangir millum kappingarnar.

Gerið tykkara lið og meldið til í seinasta lagi týsdagin 18. juni. Tit kunna melda til við at skriva tpost til john@vestmanna.fo. Skrivið nøvn á leikarum og navn á liðnum.
19. juni verður dystarskrá løgd á vestmanna.fo.

Leikararnir á liðnum, sum vinnur sín bólk, vinna atgongumerki til snotiligu nýggju, heitu pottarnar hjá Sús niðri við sjógvin. Agnar joensen handar vinningarnar.

Aldursbólkar:
1. - 3. flokkur
4. - 6. flokkur
7. - 10. flokkur

Liðini hava 5 leikarar í part. 4 leikarar eru á vøllinum ísenn.
Hvør dystur verður 15 min.

Kapping og reglur:
Málmaður kann ikki nýta hendurnar - undantikin er yngsti bólkurin.
Hin parturin eigur bóltin, tá ið bólturin fer út um grótkantin niðaneftir og annars út um girðingina.
Øll liðini í hvørjum aldursbólki spæla fyrst ein dyst móti hvørjum øðrum. Vunnin dystur gevur 3 stig, javnleikur gevur 1 stig, taptur dystur gevur onki stig. Liðið við flest stigum vinnur. Stendur á jøvnum verður golden-goal dystur millum hesi liðini í mesta lagi 5 min. Síðan brotsparkskapping.