Frá Flaggdagshaldinum 2010

27.04.2010

Eini 150 fólk vóru komin saman til Flaggdagshaldið í Vestmanna sunnudagin.

Jóngerð M. Nielsen helt eina góða og savnandi røðu, sum verður endurgivin niðanfyri myndarøðina.

Aftaná Flaggdagshaldið var fyrsta flaggdagsrenningin í Vestmanna. Fyrireikararnir vóru sera spentir at finna útav, hvussu undirtøkan fór at vera. Og ikki kann annað sigast, enn at renningin var sera væleydnað, tí omanfyri 100 fólk luttóku. Fimm børn vóru í so mikið góðari vernjing, at tá ið tey høvdu gjøgnumført longra teinin á 5,8 km, fóru ein rennitúr avtrat, og runnu hesuferð tann styttra teinin á 3,2 km.

Fyrst á mál á longra teininum á 5,8 km var Frida Poulsen úr Havn við tíðini 31.15. Henni á baki vóru Jan Haldansen og Jákup Olsen við tíðini 33.05. Bjørg Patursson kom á mál við tíðini 33.33.

Fyrst á mál á styttra teininum á 3,2 km var Randi Virgarsdóttir. Nr. 2 gjørdist Annleyg Durhuus við tíðini 21.45, og nr. gjørdist Jóngerð M. Nielsen.

    

    

    

Flaggdagsrøðan, sum Jóngerð M. Nielsen helt á Flaggdegnum 25. apríl 2010:

Flaggdagsrøða í Vestmanna 25. apríl 2010

"Góðu áhoyrara, góðu vestmenningar.

Tað er ein heiður fyri meg, at verða biðin at halda flaggdagsrøðuna.

Tá eg var spurd, hugsaði eg við mær sjálvum, hví spyrja tey meg? Er tað ikki einans politikarar og høgt standandi embætisfólk, sum fáa henda heiður? Eg eri hvørki politikari ella høgt standandi embætisfólk, men bert ein vanlig bygdakona, ein vanligur vestmenningur, vil eg loyva mær at siga. Hóast eg eri tilflytari, og eri uppvaksin í stórbýnum, vil eg viðganga, at eg føli meg væl her, og eg føli meg sum eina rætta bygdakonu. Tá eg verði spurd, hvar eg búgvi, sigi eg við stoltleika, at eg búgvi í Vestmanna, og tað eri eg glað fyri. Eg eri væl móttikin av fólkinum her og eri follin væl til, ja eg trívist væl í leiklutinum sum bygdafrell. Og tað hevur týdning fyri meg.

Hvat hevur so flaggdagurin at týða fyri okkum, fyri meg? Meiningarnar eru fleiri, líka so nógvar og ymiskar sum vit øll sum menniskju eru ymisk.
Eg hugsi orðið samleiki, sum verður nýttur í fleiri og fleiri samanhangum í dag. Hvat er samleiki?
Samleiki er okkara felags eyðkenni sum føroyingar við egnum máli, egnari mentan og egnum landi.

Hvat hevur hetta so við flaggdagin at gera?

Síðani 25. apríl í 1947 hevur hesin dagur verði hildin sum føroyskur flaggdagur, og hevur Merkið síðani tá verði alføroyska ímyndin. Allar okkara hátíðardagar og minnisdagar vinda vit Merkið á stong.

Í dag verður skipað fyri flaggdagshaldi nógva staðni runt um í Føroyum, onkur ger líka sum onkur annar, og onkur annar roynur at finna uppá okkurt nýtt, sum kann seta ein eyka dám á henda hátíðardag.

Hvønn týdning hevur so hesin dagurin? Fyri meg, fyri teg, fyri bygdarlívið, fyri tann meiniga føroyingin?

Vit eru øll vitandi um, at fyrsta Merkið hongur í kirkjuni í Fámjin, og var tað Jens Olivur Lisberg saman við øðrum studentum, sum tók stig til at sniðgeva okkara flagg, Merkið.

Tí hetta hevði týdning fyri hesar unglingar, at fáa eitt flagg, sum kundi vísa á, hvaðan teir komu, hvør teirra uppruni var. Teir vóru føroyingar lesandi í Danmark, við tilknýti til fosturlandi, tað var har teirra røtur vóru festar.

Heima í Føroyum, er tað eisini umráðandi, at vit hava eitt flagg, ein samleika, sum tvinnar okkara tjóðskaparkenslur saman, og festir røtur í føroyska jørð. Tá vit vísa okkara Merkið, flagg okkara, skal heimurin síggja, hvaðani vit eru, tí tað hevur týdning fyri okkum.

Jens Olivur og hinir studentarnir vóru sniðgevar, og fær tað meg at hugsað um, hvørja ávirkan flaggi hevur innan føroysku sniðgevararnar í dag,  70 ár seinni.

Tær báðar Gurðun og Gurðun, hava sniðgivið eina myrka-morreyða troyggju, við lynlási á herðunum og pynta við føroyska flagginum á aðrari ermuni. Eitt genialt hugskot haldi eg sjálv. Ein vøkur troyggja, sum beinanvegin fekk nógvar føroyingar at ogna sær hetta plagg.

Ein kann síðani seta spurningin, ”Hvat var ella er so serligt við hesum troyggjum, sum tær báðar Gurðun og Gurðun hava sniðgivið?

Eg hugsi, at flaggið fyri teirra viðkomandi vísur á teirra røtur og uppruna, og tað hevur týdning fyri tær, báði her á landi og úti í stóru verð. Teirra tjóðskaparkensla kemur til sjóndar á hesi troyggju.

Tá eg síggi fólk ganga í hesum troyggjum, hugsið eg beinanvegin ólavsøka,  føroyingar og tjóðveldistroyggja.

Ólavsøkan er hátíðarlig, mentan, ítróttur og Merkið seta sín dám á hesar dagarnar á hvørjum ári. Merkið veittrar so fagurt á Vaglinum í høvuðstaðnum, og føroyingar ganga oman og niðan eftir Áarvegnum í føroyskum búna. Føroyski búnin hevur somu vøkru, føgru litirnar, sum ganga aftur í Merkinum:

Hvítt sum kavi
Blátt sum havið
Reytt sum blóðið, tað eru vit.......

hetta eru orð úr sanginum, sum okkara landsliðsspælarar í fótbólti sungu  fyri nøkrum árum síðani.

Merkið setur sín serliga dám á ítróttin, og í ítróttarkappingum kappast  vit á jøvnum føti við øll heimsins lond. Hetta hevur týdning fyri okkum sum føroyingar, at kunna metast javnt við aðrar tjóðir. Í hesum kappingum vinna vit eisini heiðursmerkir og verða vit vird og heiðra sum ein tjóð. Tá Merkið fer í húnarhátt, fella vit tár og kenna heiður og virðing fyri okkara luttakarum og okkara fosturlandi.

Tá vit fara til landsdystir í fótbólti, hondbólti ella luttaka í øðrum ítróttarkappingum uttanlands, verður byrjað við at heilsa Merkinum og syngja tjóðsangin í felag. Hendan løtan er ikki sørt rørandi og serliga, hugsi eg, tá ein er staddur uttanlands. Tá hevur Merkið og tjóðsangurin týdning fyri okkum føroyingar, og fær ein kensluna av, at hetta er nakað vit eiga í felag, og sum vit eiga at verða stolt av.

Eg kann minnast, tá eg sum 15 ára gomul var við skótunum á Jamboree í Australien. Tá var nógv umrøtt, hvussu vit skuldu umboða okkara land, skuldu vit verða saman við Danmark, tí vit jú eru ein tjóð undir danska kongaríkinum, ella hvar hoyrdu vit heima? Vit fingu ikki loyvi til at koma sum føroysk tjóð við føroyska flagginum, og avgjørt var at vit vóru danskarar, og skuldu marshera inn saman við danska flagginum. Hetta var ikki góðtikið av okkum, og vildu vit gera okkara ítarsta fyri at blíva viðurkend sum føroyskir skótar við okkara egna Merkið.

Gleðin og kenslan var heilt serlig, tá vit 18 føroyingar, staddir hinumegin jørðina, kundu marshera inn við Merkinum í hond, sum ein sjálvstøðug tjóð.  Hendan løtan var stór og hevði stóran týdning fyri okkum og okkara leiklut í altjóða høpi. 

Føroyar so pinkalítlar, 18 oyggjar spjaddar út, mitt í Atlantshavi, tú fær illani nokk eyga á tað á verðinskortinum, men vit hava okkara egna flagg og ein tjóðsang. Vit eru til, vit eru stolt av at verða føroyingar, og vit vilja vísa, at vit eru ein tjóð á jøvnum føti við øll heimsins lond rundan um okkum. Hetta gera vit við Merkinum. 

Tað hevur týdning fyri okkum her á landið og úti í stóru verð, at vit eiga Merkið og kunnu standa saman um tað, hvar vit so enn eru stødd.

Í mótaheiminum, í ítróttinum, sum skóti, ja sum føroyingur, er Merkið okkara samleiki.

Tað er Vestmanna Kommuna, sum samskipar flaggdagshaldið her í dag. Tað hevur týdning fyri kommununa, at fólkið her í bygdini trívist og hevur tær neyðugu umstøður at virka í. Í dag hava tey sett saman mentan og ítrótt,  flaggdagsrøða, hornorkestri spælir og setir sín dám á hesa løtu og til seinast flaggdagsrenningin, sum verður aftaná. Alt hetta er ein liður í bygdamentanini, hetta er fyrireikað til okkum, fyri okkum, tí tað hevur týdning fyri trivnaðin í hesi bygd, sum vit hava valt at búsett okkum í. So er tað upp til okkum at taka ímóti hesum og øðrum sum verður fyriskipað, og glaðast um, at vit búgva í eini bygd, har borgarin verður raðfestur.

At enda skal tað verða mín vón, at vit øll, stór sum smá, ung sum gomul taka av dagsins tilboði, og ganga ella renna túrin runt hesa vøkru bygd, og síggja týdningin av at verða ein partur av einum samleika, at verða vestmenningur.

Takk fyri tykkara uppmerksemi og góðan flaggdag."