BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Frá Flaggdagshaldinum 2011

Hóast veðrið flaggdagin var nakað illfýsið, vóru eini 80 fólk komin saman til Flaggdagshaldið í Vestmanna mánadagin.

Flaggdagsrøðuna í ár helt Helgi Jacobsen, sum er í ferð við at skrivað Vestmanna Søgu. Røðan verður endurgivin niðanfyri myndarøðina.

Aftaná Flaggdagshaldið var skipað fyri flaggdagsrenning, har 45 fólk luttóku. Yngsti luttakari var 4 mánaðir og tann elsti var 70 ár. Fyrst á mál á longra teininum á 5,8 km var Bárður Nielsen við tíðini 27.17. Honum á baki var Pauli Zachariassen við tíðini 30.08. Bjørg Patursson kom á mál sum nr. 3 við tíðini 33.34.

Fyrst á mál á styttra teininum á 3,2 km var Jóngerð Nielsen við tíðini 18.37. Nr. 2 gjørdist Jógvan Emil Nielsen við tíðini 18.50, og nr. 3 gjørdist Jákup Durhuus.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Flaggdagsrøðan, sum Helgi Jacobsen helt á Flaggdegnum 25. apríl 2011:

"Góðu vestmenningar, góðu áhoyrarar!

Tú skalt helst ongantíð byrja eina røðu við at spyrja, hví tú ert biðin. Eg setti spurningin longu tá eg fekk áheitanina um at halda røðuna og segði beint fram, at hetta við Merkinum var eitt evni, sum eg ikki hevði kavað so djúpt í. Svarið eg fekk var, at eg kundi nevna reytt, blátt og hvítt nakrar ferðir, annars var frítt at hugleiða.

Satt at siga hevur samantvinningin av at hevja Merkið og krevja vár tjóðskaparliga rætt ikki sagt mær so nógv. Rok hevur staðist burtur úr flaggdagsfundum, har samantvinningin hevur verið ov eyðsýnd, tí sambandsfólkið heldur seg eiga líka góða rætt at vísa til  tjóðarmerkið, sum loysingarfólkið. Og man tað ikki vera so?!

Neyvan nakar kemur á mál við at nýta Merkið sum jarnbrot í nakrari tilgongd, antin tað so verður at kvetta við Danmark ella at staðfesta Heimastýrið sum status quo.

Tjóðarstríðið skulu vit lata liggja á hesum sinni. Sum røðari eigur tú kortini at nevna, at tað var íslendska sjálvstýrið í 1918, sum birti neistan til Merkið. Og sum kveikjarin millum studentarnar um hetta mundið, fáminingurin Jens Olivur Lisberg, segði: Skulu føroyingar einaferð koma so langt, at teir allir vilja draga eina línu og rógva á sama báti, má báturin hava eitt merki.

Fyrstu ferð, Merkið var nýtt á báti, var í 1920, og fyrstu ferð, menn sóu eitt føroyskt skip við Merkinum á mesaninum, var undir Íslandi í 1923. Tað var okkara egni Óla Jákup Kristoffersen úr Skálum við Neptun.

Í nógvum viðurskiftum umboðar Merkið hendingar á leiðini. Í gjár mintust vit Kristi uppreisn, í dag minnast vit Merkið sjálvt og ein annan dag er tað elsti persónur í bygdini, sum fyllir 90 ella 100. Og øll fløgg verða vundin á stong, tá nýggj skip koma til bygdar, men eg havi nú ongantíð sæð fløgg á fullari stong, tá skip verða seld úr bygdini.

Í breiðari høpi umboðar Merkið okkara land úti í heimi. Fáastaðni er hendan umboðanin so eyðsýnd, sum framman fyri høvuðsdyrnum á framsýningarborgini í Bryssell á árligu fiskivinnustevnuni har. Sama  týdning hevur Merkið á stóru  fiskivinnuframsýniningini í Boston og á afturvendandi oljustevnum í Aberdeen. Á Merkinum kennir vinnan úti í heimi føroysku vinnuna. Á útlendsku sendistovunum í Reykjavík, í London og Bryssell veitrar merkið somuleiðis á galvunum yvir høvuðsstrætunum.

Sunnarlaga í Spania í eini náttúruperlu ovarlaga í bygdini Manilva liggur fjálga matstovan Roman Oasis. Matstovan marknaðarførir seg í fyrsta lagi við einum kendum BBC-sjónvarpskokki og í øðrum lagi við, at líka mikið hvaðani tú kemur, fært tú títt tjóðarflagg á borðið.

Hetta við flagginum skuldi standa sína roynd eitt árið vit hildu til á hesi leiðini. Matstovueigarin kom sjálvur til borðið og spurdi, hvaðani vit komu. We come from The Faroes var svarið og so varð bíðað í spenningi. Ein løta gekk og einki hendi. Kanska leitaðu tey eftir flagginum hjá Farounum, men fingu tað ikki at ganga upp, tí helst vóru vit ikki serliga átøk egyptum.    

So kom ein ungur tænari og bað okkum skriva navnið á landinum á ein seðil. Hesuferð skrivaðu vit Faroe Islands. Nú gekk aftur ein long løta og eg ivaðist ikki í, at tænarin fór at koma aftur sum av torvheiðum.

Men so kemur sjálvur matstovueigarin so spelkin við einum ektaðum føroyskum borðvimpli - reyðum, bláum og hvítum. Flaggið hevði hann funnið aftarlaga í goymsluni og hetta var fyrstu ferð hann hevði flaggað við Merkinum. Har stóð so Merkið og kappaðist við fløggini úr øllum hinum londunum. Aðrar matstovur kundu pakka saman tá tað snúði seg um at fáa tjóðarkensluna upp í gestunum. Samleikin millum Merkið og Føroyar gjørdist stórur hesa løtuna og vit vóru stolt av at vera føroyingar.

Hans Andrias Djurhuus fekk rætt hesa løtuna, tá hann kvað:

Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,
tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt;
og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg....

Ein flaggdag sum hendan er eitt gott høvi at steðga á. Hugleiða eitt sindur - um kapital og alt, sum er til sølu, um onkur er, sum vil selja og annar er, sum vil keypa.

Í arbeiðinum at skriva søguna um Vestmanna eri eg komin eftir, at í 1864 vóru yvir 2000 avreiðingar í Vestmanna. Summar dagar vóru 150 mans á útróðrum. Við sínum fýramannaførum, seksmannaførum og áttamannaførum avreiddu hesir menn í 1864 122 tons til handilin á Fitjunum. Miðalprísurin var seks oyru fyri kilo og samlaða avreiðingarvirðið 8000 krónur.

Árini eftir fríhandilstíðina vóru kollveltandi. Bara frá 1845 til 1864 tíggjufaldaðist útróðurin í Vestmanna. Frá at hava hildið í árina á bóndabátunum, fóru menn sjálvir at rógva út og at avreiða. Við einum traðarstubba afturat fingu hesir menn nú starvsheitið sum útróðrarmenn og jarðarbrúkarar. Allir høvdu A-fiskiloyvi. Hetta var byrjanin til, at meinigi maðurin samlaði sær nakað av kapitali av øðrum, enn av jørðini.

Miðal avreiðingarvirðið býtt á allar menn á bátunum var ikki so stórt tey fyrstu árini. Men  summir vóru grammari, enn aðrir. Óla Jákup Larsen var á útróðrum sum formaður á báti 125 ferðir í 1864. Mangan tvær ferðir um dagin. Hann avreiddi 11 tons og úrtøkan var 318 krónur. Hjá teimum treiskastu fór útróðrarlønin saman við lýsiúrtøku og ullapløggum upp um eina læraraløn, sum var 200 krónur tá á døgum.

Hesin spildurnýggi kapitalurin fór í umfar og legði eitt nú grundarlag undir eina handilsvinnu, har nøkur gjørdust eitt sindur betur fyri enn onnur.

Framburðurin í útróðrinum saman við landsins bestu vetrarhavn og einum Heygamanni tóktist eitt skifti so ógvisligur, at eygleiðarar spáddu, at Vestmanna fór at gerast høvuðstaður Føroya. Søgan hevur tó lært okkum, at kapitalurin leitar sær leiðir, sum ikki eru so lættar at spáa um. Kanska var tað trot á stórkapitali, sum gjørdi, at Vestmanna eftir ár 1900 ikki orkaði at fylgja við øðrum stórplássum. Vit áttu ikki stórkapitalistar sum Mortensen, Dahl ella Kjølbro.

Um stutta tíð fara hugsjónarmenn í bygdini at reisa standmynd av Ólavi. Tann maðurin stóð at bresta av nýbrotum og sum nógv størsti skattgjaldari í bygdini í fleiri ár hevði hann møguleikan at gerast kapitalistiski undangongumaðurin. Tíverri misti hann á stokkinum av einum miseydnaðum trolarakeypi.

Men bygdin reisti seg við dugnaligum skiparum og reiðarum, har eyðkennið var samstarv og har samanskotin kapitalur kláraði at lyfta bygdasamfelagið gjøgnum kreppur og avbjóðingar. Og nú tað einaferð enn leikar á og kvirran á miðjum degi er óunniliga larmandi, fer bygdarsamfelagið her kortini at reisa seg aftur.

Eins og fyri hundrað árum síðani, hevur kapitalurin í dag sínar egnu leiðir. Tey siga alt er til sølu. Fyri rætta prísin, væl at merkja. Fólk gerast rík eftir einari nátt, tí abbin fyri 60 árum síðani setti 1000 krónur í eitt felag. Virðir og ognir skifta hendur, summi fáa yvirflóð og summi kenna seg vera fyri vanbýti. Viðhvørt er kapitalurin um somu tíð bæði lívgandi og oyðandi.

Men tak tað bara róligt, tí búskaparfrøðingurin sigur, at tess færri hendur, ið umsita rættindini, tess meira fær samfelagið burturúr. Tað má vónandi eisini merkja meira til bygdasamfelagið.

Vit kenna klassiska spurningin hjá vikubløðum: Hvat hevði tú gjørt, um tú vanst 10 milliónir? Jørðina runt og alt hatta har. Vit nevndu íáðni Dahlarnar í Vági. Ein av forfedrunum hjá Einar Dahl, sum var reiðari og handlaði í Vestmanna í 30 ár, var Rádni bóndi í Toftum í Vági. Hann livdi fyrst í 1800, tá Napoleonskríggini gjørdu, at einki mjøl kom til landið, samstundis sum bæði fiskaloysi og grindaloysi valdaðu og fólk doyðu í hungri.

Nógv fólk kom inn til bóndan at biðja um mat og haðani fór eingin tómhentur avstað aftur. Men umsíðir var eisini lítið eftir hjá Toftabóndanum av seyði, korni og øðrum. Bóndin hevði sagt við konuna, at hon skuldu lata av korninum, tá fólk kom at biðja, men so mikið skuldi vera eftir, at tey kundu hava til sáð næsta árið. Tí, sum bóndin segði, tað nyttaði lítið at liva eftir, tá øll hini vóru deyð. Sagt á nútíðarmáli, at hvat nyttar tað at eiga 100 milliónir, tá man bara kann eta seg mettan tvær ferðir um dagin?

Tí er tað næstan ein natúrlóg, at kapitalur aftur setir virksemi í gongd her á staðnum. Men kanska verður tað á ein hátt, sum vit ikki gruna ídag.

Á einari suðurspanskari matstovu var tað Merkið, sum gjørdi meg stoltan at vera føroying. Kommunur hava vanliga einki kommunuflagg, men kanska tú kennir samleikan við bygdina á hjartasløgunum. Hóast fjøruti ár í útlegd, er tað hjá mær á onkran hátt fyri tí, sum viðurferst í hesi bygdini, at hjarta slær heitast.

Hjartaslátturin gerst títtur, tá ítróttarfólkini í bygdini skapa spenning um meistaraheitini og tá økt vinnuvirksemi gevur kommununi rúmar møguleikar at handla óheft av Tinganesi.

Tá tað harafturímóti gongur illa í ítrótti, talvi ella vinnuliga, fer hjarta í moll og huglagið gerst disharmoniskt. Tá sanni eg, at eg ikki bara eri føroyingur, men vestmenningur.

Framhaldandi góðan flaggdag og góðan renni- og gongutúr."