BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Fráboðan um kommunusamanlegging

Innlendismálaráðið fekk í heyst álitið “Kommunur, eindir og uppgávur 2009”. Álitið mælir til, at Føroyar verða býttar upp í 7 til 9 kommunur. Mælt verður til, at Vestmanna og Kvívíkar kommunur antin gerast ein sjálvstøðug kommuna, ella at báðar verða lagdar saman við kommununum í Vágum.

Løgtingið er farið undir at viðgera nevnda álit, í tí sambandi samtykti bygdarráðið einmælt á fundi 18.11.’09 at senda Innlendismálaráðnum og løgtinginum skriv, har vit vístu á, hvørja støðu vit høvdu til eina møguliga kommunusamanlegging. Endamálið við skrivinum er sjálvsagt at ávirka viðgerðina hjá landspolitikarunum, so okkara støða gerst partur av avgerðargrundarlagnum, um teir semjast um kravda kommunusamanlegging. Bygdarráðið heldur, at fólkaatkvøðan í januar 2008 gav greiða ábending um, at vestmenningar fegin vilja leggja saman við Kvívíkar kommunu, men ikki saman við kommununum í Vágum. Vit halda eisini, at tað er okkara skylda at minna landspolitikararnar á okkara støðu.

Vit skilja ikki rættiliga, hví kvívíkingar eru firtnir. Vit spurdu bygdarráðið í Kvívík, um áhugi var í felags fólkaatkvøðu, so at íbúgvarnir í báðum kommununum kundu taka støðu til teir báðar møguleikarnar í nýggja álitinum. Svarið var, at teir ikki vóru áhugaðir í fólkaatkvøðu, men vildi heldur fylgja við í viðgerðini í løgtinginum og so handla. Vit halda, at rættast er at ávirka so tíðliga sum gjørligt í viðgerðini, og at tað er ov seint at handla, tá málið kemur í løgtingið. Hetta er einfalda orsøkin til skrivið.

Kanska kann endin á skrivinum misskiljast, um skrivið ikki verður lisið í sínum rætta samanhangi. Tað er skrivað við støði í álitinum, tí biðja vit løgtingið staðfesta okkara val, um kommunur verða lagdar saman við lóg, so sum álitið mælir til. Vit biðja avgjørt ikki um eina serlóg, sum alt fyri eitt leggja okkum og Kvívíkar kommunu saman.

Sí skrivið her.