BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Fráboðan um ognartøku av matr. nr. 73a

07.10.2015

Til tess at fremja tær ætlanir, sum liggja í byggisamtyktini, samtykti Vestmanna Bygdarráð á fundi 28. september 2015 at ognartaka matr. nr. 73a, Vestmanna, sambært grein 12 í løgtingslóg nr. 13 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013. 

Sambært tingbókini er ognin 58m2  til viddar. 

Sambært grein 12. stk. 3, í løgtingslóg nr. 13 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, kann tann, ið eigur slíkt øki, ella hevur rættindi til tess, leggja spurningin fyri landsstýrismannin, áðrenn 6 vikur aftaná almenna kunngerð, um avgerð Bygdarráðsins. 

Um eingi mótmæli eru komin í seinasta lagi 6 vikur eftir, at ognartøkan er alment fraboðað, verður ognartøkan  framd i verki, soleiðis sum lýst omanfyri. 

Vestmanna Bygdarráð, 7. oktober 2015