BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Framvegis tørvur á fosturforeldrum

15.03.2016

Framvegis tørvur á fosturforeldrum

Barnaverndarstova Føroya sóknast eftir familjum, sum vilja taka á seg at verða fosturforeldur hjá børnum í styttri ella longri tíð. Talan kann antin vera um umlætting í nakrar dagar í senn, til dømis í vikuskiftum, ella at hava børn búgvandi hjá sær í longri tíð - ofta í fleiri ár. 

At vera fostur- og umlættingarforeldur kann vera ein stór avbjóðing, men tað ger eisini gerandisdagin ríkari. Við at lata heimið upp fyri einum barni og geva tí tryggleika og umsorgan, kunnu fosturforeldrini gleðast um at síggja tað vaksa og mennast. 

Tað er Fosturforeldraskipanin, ið góðkennir øll fosturforeldur, og sum veitir teimum ráðgeving og stuðul í mun til uppgávuna. Eisini er tað Fosturforeldraskipanin, sum ásetir samsýningina í hvørjum einstøkum føri.

Áhugaði verða biðin um at venda sær til Barnaverndarstovuna, tlf. 302480, ella við at senda ein teldupost til bvs@bvs.fo. Fleiri upplýsingar um Fosturforeldraskipanina eru at finna á heimasíðuni hjá Barnaverndarstovu Føroya: www.bvs.fo.

Ein longri tíðindagrein sæst á niðanfyri standandi leinkju á heimasíðuni hjá Barnaverndarstovu Føroya: http://www.bvs.fo/Default.aspx?id=721