BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Freya - nýggjur handil í Vestmanna

Leygardagin 25. oktober lat nýggjur handil - Freya - upp í Vestmanna.
Talan er um klædnahandil, ið selur klæðir, smykkur og annað tilhoyr til kvinnur.

Tað er Tórhild Nielsen, sum hevur latið handilin upp. Í handlinum arbeiða hon og Bjørg Nielsen.
Freya heldur til á Bakkavegi 37.

Ongin klædnahandil hevur verið í Vestmanna í ½ ár, so hóast veðrið var sera illfýsið leygardagin, vóru sera nógv viðskiftafólk inni á gólvinum, tá ið hann lat upp leygardagin.

Frá Vestmanna Kommunu ynskja vit tillukku og alt tað besta framyvir.